Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Síðani Føroyar í hálvfemsunum tóku imóti flóttum áftaná ræðuliga kríggið á Balkan, hava als ongar ábendingar yvirhøvur verið um, at nøkur innrás av flóttum var í væntu, og heldur ikki hevur nakar flokkur á Løgtingi sagt seg stuðla eini ótálmaðari innrás av flóttafólki til Føroya.

Hetta veit leiðsla Fólkafloksins fullvæl. Tí er tað rættuliga ótrúligt, at flokkurin hevur valt at gera hetta til sítt kjarnumál í sambandi við fólkatingsvalið. Tá Kringsvarpsverturin spurdi, um fólkafloksumboðini høvdu nakra hóming av, um teirra støðutakan var bygd á nakran veruligan trupuleika viðvíkjandi flóttum, so var svarið frá fólkafloksumboðunum, at tey vóru bangin fyri, hvat danir kundu finna uppá hesum viðvíkjandi.

Álvaratos, halda umboð og leiðsla Fólkafloksins tann føroyska veljaran verða politisk starblindan? Tí nú rópar flokkurin ”úlvurin kemur” og roynir at skapa eina politiska mýtu um, at hvørki danir ella føroyingar, ið nú eru í ferð við at yvirtaka útlendingamál, megna at standa í móti einum flóttafólkastreymi. Væl at merkja, um hann var veruleiki, tí hann finst jú bara í høvdinum á fólkafloksfólki. Har er ongin úlvur, trupulleikin er ikki til, so talan er bara um fake news av grovasta slag.

Byrjanin til henda politiska sjónleik var, tá tvey umboð fyri flokkin hefyri, saman við formanni teirra, vitjaðu eina flóttafólkalegu í Miðeystri í tríggjar dagar. Tá tey vóru komin heim aftur, væntaði ein at hoyra um tey syndarligu viðurskifti, ið vit dagliga sóu í sjónvarpinum frá flóttarfólkalegum. Tí sjálvsagt kann en ikki ímynda sær, hvussu ræðuligt tað má vera at liva ár út og ár inn í eíni flóttafólkalegu, ikki minst hjá barnafamiljum, og enn verri einligum mammum við børnum.

Men so var ikki. Minnist meg rætt, so høvdu hesi fólkafloksumboðini hinvegin nærum verið í Kánaans landi – tí lovaða landinum – so positiva uppliving høvdu teir havt í flóttafólkaleguni. Alt var so perfekt. So eftir at hava eygleitt viðurskiftini har í tríggjar dagar var niðurstøðan, at ”ikki ein flótti”, tað veri seg børn ella einligar mammur við børnum, skuldu kunna seta fótin á føroyska jørð, um tann føroyski Fólkaflokkurin sat við politiska valdinum í Føroyum.

Sjálvur ivist eg stórliga í, um fjøldin av veljarum Fólkafloksins hava sama menniskjasýn og somu støðu sum leiðsla floksins í hesum máli. Hava flóttarnir, ið komu av Balkan fyri meira enn 20 árum síðan ikki verið mynsturborgarar, ið hava gjørt sína skyldu sum góðir samfelagsborgarar, eftir at teir eru vorðnir føroyskir borgarar?

Undir øllum umstøðum átti leiðslan í Fólkaflokkinum at funni sær onnur meira relevant kjarnuevnir at berjast fyri enn eitt sum hetta, ið bert útstillar vantandi menniskjavirðing hjá leiðslu floksins. Ætlanin var helst at bjarga sær nakrar primitivar atkvøður til komandi valini, men eru veljarakanningarnar eftirfarandi, so sær ikki mætari út, enn at leiðslan í flokkinum hevur skotið seg sjálva í fótin.

Frank Davidsen

(Sum valevni eisini gera, tá ið tey skriva á VP, so er goldið fyri hesa greinina)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo