Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Grundarlagið fyri Fólkafundinum er ikki til staðar í ár. Tað má staðfestast, nú farið verður inn í september mánaða. Tey, ið hava boðað frá luttøku hesaferð, eru ov fá í tali til at lyfta ein demokratiskan festival av hesum slag, ið síðstu árini hevur verið hildin um hálvan september.

Fólkafundurin byrjaði í Hoyvík í 2012, árið eftir varð fundurin hildin í Klaksvík, síðani í Runavík og í fjør var Tórshavnar Kommuna vertur. Hugskotið við Fólkafundinum er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar. Á henda hátt ber til at stytta um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum.

Undirtøkan fyri Fólkafundinum var vaksandi fyrstu árini, og tað tóktist sum hevði hesin demokratiski festivalur funnið fótafesti. Okkurt árið vóru 40 ymiskir básar á Fólkafundinum, luttakararnir skipaðu fyri eini langari røð av tiltøkum, fyrilestrum, framløgum og orðaskiftum, og fleiri enn 2000 fólk vitjaðu Fólkafundin. Men í fjør var talið av vitjandi minkandi. Fyri fyrstu ferð upplivdi Fólkafundurin eina afturgongd.

Nú aftur fer at styttast til hálvan september má staðfestast, at Fólkafundurin hevur ikki fótað sær aftur. Undirtøkan fyri tiltakinum er ikki nóg góð.

Fólkafundurin er ein demokratiskur festivalur, uttan handilslig áhugamál av nøkrum slag. Tað hevur sínar fyrimunir, men eisini sínar vansar. Fólkafundurin hevur onga fíggjarliga styrki, og kann tí ikki leggja til rættis stórar lýsingarherferðir ella skipa fyri øðrum kostnaðarmiklum tiltøkum, sum kunnu draga luttakarar og vitjandi til sín. Hugskotið var tvørturímóti, at Fólkafundurin skapar karmarnar, meðan luttakararnir í høvuðsheitum sjálvir skapa innihaldið við áhugaverdum tiltøkum av ymsum slag.

Eitt aðalendamál frá byrjan hevur verið, at ongin skal setast aftur frá at vera við á Fólkafundinum av fíggjarligum orsøkum. Tí hevur luttøkugjaldið hjá feløgunum verið so lágt sum yvirhøvur tilber, og vitjandi hava ikki goldið nakað. Í staðin hevur Fólkafundurin roynt at søkja stuðul ymsastaðni.

Kommunurnar kring landið hava víst Fólkafundinum stóra vælvild við at hýsa tiltakinum. Fólkafundurin hevur síðstu fýra árini fingið bestu umstøður í Hoyvíkar Skúla, í Ítróttarhøllunum í Klaksvík, í Bylgjuni við Løkin í Runavík og í Høllini á Hálsi í Havn. Hjartaliga takk fyri tað! Í ár var Runavíkar Kommuna enn einaferð til reiðar at vera vertur fyri Fólkafundinum, sum á øðrum sinni skuldi vera í Bylgjuni við Løkin. Fyrireikararnir vilja nýta høvið at takka Runavíkar Kommunu fyri hesa stóru vælvild!

Hinvegin hevur ikki gingið væl at fáa fíggjarligan stuðul til Fólkafundin aðrastaðni frá. Tað er sjálvandi harmiligt, men samstundis ein fortreyt, ið Fólkafundurin hevur verið noyddur at taka atlit til. Tað hevur millum annað gingið út yvir marknaðarføringina av Fólkafundinum.

Stigtakararnir hava nýtt nógva tíð og orku at fyrireika Fólkafundin 2016, men fíggjarliga styrkin hevur verið sera avmarkað. Vit skulu ikki gita um orsøkirnar til manglandi undirtøkuna í ár. Tær kunnu vera so mangar.

Vit vilja tó takka øllum teimum, ið ætlaðu at vera við á Fólkafundinum í ár. Tey feløg, ið hava boðað frá luttøku og goldið fyri tað, fáa sjálvandi pengarnar aftur. Tað verður avgreitt fyrst í september mánaða. Samstundis vilja vit biðja tykkum um umbering fyri at tykkara arbeiði gjørdist til fánýtis, nú Fólkafundurin verður av ongum.

Avgerðin at avlýsa hevur verið tung at taka. Vit brenna fyri Fólkafundinum og tí, hesin demokratiski festivalur stendur fyri. Vónandi verður høvið aftur eina aðruferð.

Vegna Fólkafundin
Ólavur í Geil & Jón Brian Hvidtfeldt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo