Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Á Fólkaheilsuráðstevnuni í dag, har millum 2-300 fólk vóru savnað í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, varð Fólkaheilsuvirðislønin avdúkað. Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum handaði Finni Johannessen Fólkaheilsuvirðislønina, Finn fekk eitt skreytblað saman við einum kekki uppá 5.000,- krónur.

14 uppskot komu inn, at vinna heiðurin Fólkaheilsuvirðislønin 2019.

“Grundgevingarnar vóru hesar: Við ymiskleikanum í huga hevur dómsnevndin latið Fólkaheilsuvirðislønina 2019 til ein, ið hevur á sera ymiskan og fjølbroyttan hátt, vunnið út til føroyingar við bæði rørslu og tónleiki og verið við til at skapa ein karm um felagsskap og

Eftir eitt av vælgerandi átøkum, sum hava verið sigur hann lítillátin:

“...gott at kunna veita eitt sindur av hjálp til teirra, ið ikki hava tað gott.”

Fólkaheilsuráðið hevur hesi seinastu árini meira og meira arbeitt við sálarligari heilsu, og her hevur hann hugbundin og við sínum fjølbroytni á ein sera livandi hátt givið sítt íkast til føroyingar bæði til “at flenna og at renna”. Hetta hevur verið gott fyri bæði sál og likam.

Fólkheilsuvirðislønin 2019 fer til Finn Johannessen!”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo