Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkapensjónistar fáa eftir ársskiftið fleiri pengar at liva fyri. 

Samgongan setti sær beinanvegin fyri at betra um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum, og í dag – 51 dagar aftaná at samgonguskjalið varð undirskrivað - verða uppskotini løgd fyri tingið, sum fremja hesar ætlanir í verki.

Við uppskotunum verða fíggjarligu korini hjá øllum fólkapensjónistum betraði. Hetta verður gjørt við at geva teimum ein frádrátt í skattinum á 500 kr. um mánaðin og at hækka grundupphæddina við 580 kr. um mánaðin – samanlagt 1.080 kr.

Um pensjónisturin onga inntøku hevur umframt pensjónina, so hækkar pensjónin við hesi upphædd, tá lógarbroytingin hevur fingið fullan virknað.

Tá fær ein stakur pensjónistur umleið 12.460 kr. útgoldið um mánaðin. Hetta verður gjørt í tveimum stigum, so helvtin kemur í 2020 og restin kemur í 2021. 

Lægri mótrokning
Tað skal loysa seg betur hjá fólkapensjónistum at hava inntøku umframt pensjónina. Hetta verður gjørt við at lækka mótrokningina niður í 20% galdandi fyri allar fólkapensjónistar frá ársskiftinum. Hóast allir pensjónistar fáa meir burturúr av hesum broytingum, so er tað tó munur á hvussu broytingarnar fara at ávirka pensjónina hjá einstaka pensjónistinum. Hetta er lýst í lógaruppskotunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at samgongan við hesum gevur øllum fólkapensjónistum eina hækking, sum veruliga fer at merkjast umframt, at tað fer at loysa seg betur at arbeiða.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo