Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Vit sum hava fylgt neyvt við gongdini í samband við uppskotið um eina fiskivinnunýskipan mugu bara ásanna, at fólkræði er í stórum vanda.

Fyri tað fyrsta, so er tað er ikki vanligt at fremja nýskipanir, tá ið inniverandi skipanir virka væl – tá er oftast talan um tillagingar heldur enn kollveltingar.

Sum skilst, so hevði man kunna funni eina hóskandi loysn í Vinnunevndini, um hon fekk frið at arbeiða. So er ikki, tí landsstýrismaðurin hevur misskilt sína uppgávu, og blandar seg uppí vinnunevndararbeiðið, soleiðis at málið er dømt til deyða áðrenn føðing.

Um tað ikki er eitt álop á fólkaræði, so veit eg ikki tí tað er nú einaferð soleiðis, at fólkaræði er organi sum skal útinna vilja fólksins. Vegna fólki velja vit politikkarar inn á ting til at finna loysnir, sum eru bestar fyri alt fólkið, millum annað fiskivinnunýskipan vm.

Evsta vald er Føroya Løgting, sum aftur velur nakrar nevndir, ið eru mannaðar við løgtingsmonnum, ið arbeiða eftir sínari bestu sannføring at útinna vilja fólksins.

Uppskot frá landsstýrisfólkum vm. verða viðgjørd, og fyri at fáa eitt so gott og breitt avgerðargrundarlag til niðurstøðu, nýtir man ofta hoyringar. Í samband við ætlaðu fiskivinnunýskipanina, hevur man fingið 30 hoyringssvar, har 29 mæltu til ikki at takað undir við uppskotinum.

Tá ið nú 3 limir í vinnunenvndini, sum eisini eru samgongulimir trekkja sín stuðul, er tað tí teir meta at tað er best fyri fólkið. Hetta er teirra fólkaræðisliga avgerð.

Hesir skilgóði politikkarar í samgonguni hava víst á vandan við uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan, og tað er gleðiligt.

Hóast hesir vísa á, at uppskotið ikki er nøktandi, vilja sjálvútnevndir serfrøðingar vaskað hendir og tveita ábyrgdina fyri hetta afturkast yvir á nakrar reiðarar.

So kunnu vit sjálvandi spyrja, hvat er veruliga serfrøðin í hesum málinum ?

Eg havi størri álit á nøkrum vinnulívsmonnum, sum alt sítt lív hava fingist við skiparakstur og fiskarí enn nøkrum spunasmiðum, hvørs endamál er at rættvísgera sína tilveru, við at sverta okkara mætastu umboðum innan lívsæðr føroya fólks, nevniliga fiskivinnuni.

Aðalmál hjá einari samgongu at finna røttu hóskandi loysnirnar innanhýsis. Er tað ikki har trupuleikin er?

- At koma alment út og siga, at reiðarar og onnur hava skylduna er ov vánaligt argument.

Tá eigur man at takað í egnan barm og hyggja inneftir og spyrja seg sjálvan um man veruliga er á rættari kós.

Tað er ein fólkaræðisligur rættur at siga sína hugsan, sum løgtingsfólk, landsstýrismaður, vinnunevnd og reiðari.

Tað er fólkaræði at takað niðurstøðuna til eftirtektar, men tað er IKKI fólkaræði at diktera og hótta sínar egnu samgongulimir og takað ta føroysku fiskivinnuna á sjógvi og landi til gísla.

Símun Gullaksen, form.
Norðoya Fólkafloksfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo