Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Kringvarpið: Seinasti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld, og hesa ferð varpar sendingin ljós á gudloysi og gudstrúgv eitt nú í mun til føroysku fólkaskúlalógina. 

Bæði Humanistafelag Føroya og felagið Gudloysi halda, at føroyska fólkaskúlalógin eigur at broytast, tí hon ger mismun á fólki í mun til átrúnað og lívsáskoðan.

Í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini stendur soleiðis:

”Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini geva næminginum eina kristna og siðalagsliga uppaling”.

Men Heini Reinert í felagnum Gudloysi og Heri Joensen í Humanistafelagi Føroya halda, at orðingin ger mismun.

Hetta kemur til sjóndar í sætta og seinasta partinum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld klokkan 19.20.

Sí brot úr sendingini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo