Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið var 50.322  tann 1. oktober. Tað vaks við 707 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðarskeiðinum 1. okt. 2016 – 1. okt. 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 442, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 265, ið er munurin millum fødd og deyð.

Fólkatalið veksur mest í Høvuðsstaðnum men luftfalsliga skjótari í Vágum, Streymoy uttan høvuðsstaðin og Eysturoy

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum. Undanfarna 12-mánaðarskeiðið átti høvuðsstaðurin um 60%. Onnur øki hava fingið ein lutfalsliga veksandi part av fólkavøkstrinum, serliga miðøki, t.v.s. Vágar, Eysturoy og Streymoy uttan fyri høvuðsstaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo