Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Politikkur

Nýggj tingseta byrjar í Danmark í dag, tá Fólkatingið verður sett eftir summarsteðgin. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer at halda sína fyrstu røðu sum forsætisráðharri, og danskir miðlar skriva, at tað verður fyri einum skara av fólkatingslimum, sum ikki hava verið so ungir og óroyndir síðani 1979.

Fleiri av teimum nývaldu eru í 20-unum, og tann allar yngsti limurin er Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut sum er 22 ára gomul.

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen verður hjástaddur tá Fólkatingið letur upp í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo