Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017.

Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 455 ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 277, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Størsti fólkavøkstur uttan fyri Tórshavnarøkið
Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Nú eigur Tórshavnarøkið ein triðing av fólkavøkstrinum og hinir tveir triðingarnir eru uttan fyri høvuðsstaðin. Fyri einum ári síðani var tað øvugt.

Fyri alt landið er gongdin framhaldandi, at stórliga veksandi nettotilflytingin og varliga veksandi burðaravlopið gevur stóran vøkstur í fólkatalinum, sum sæst í grafisku talmyndini niðanfyri.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann