Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

”Til seinasta løgtingsval hevði Javnaðarflokkurin sum aðalmál at betra um trivnaðin í Føroyum. Vit vildu venda fráflyting til tilflyting...” Soleiðis byrjar teksturin í eini lýsing, sum Javnaðarflokkurin sendi í miðlarnar undan jólum.

Nevnd vórðu nøkur átøk, sum flokkurin hevði gjørt fyri at venda gongdini, og eitt, tvey, trý, so vaks fólkatalið. Meðan vit høvdu nettofráflyting undir undanfarnu samgongu á næstan 700 fólk (sum svarar til fólkatalið á Skála), so kundi Javnaðarflokkurin nú vísa á, at hendan samgongan hevði havt nettotilflyting á 1.811 fólk (sum svarar til fólkatalið í Sunda kommunu).

”Eina Sunda kommunu afturat - ella eitt Skála minni. Tað er munurin,” skrivaði Javnaðarflokkurin.

Veruligu tølini siga nakað annað
Eg havi einki ímóti at politiskir flokkar royna at vera skemtiligir, men onkuntíð kann tað blíva í so pínligt.

At billa sær inn, at fólk í hópatali vilja flyta til Føroya og seta fleiri børn í verðina, bara tí at Aksel V. Johannesen nú er løgmaður, er at fara í so lætt um sannleikan.

Tølini fyri fráflyting, tilflyting og burðaravlop eru øll at finna á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya. Har stendur svart uppá hvítt, at fólkatalið í Føroyum byrjaði spakuliga at vaksa í 2013, og ferð kom á vøksturin í 2014. Tí var ikki neyðugt hjá sitandi samgongu at venda fráflyting til tilflyting. Tann gongdin var longu vend, áðrenn tey tóku við landsins leiðslu.

So míni ráð til Javnaðarflokkin skulu vera: Verið endiliga skemtilig – men brúki røtt tøl.

Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo