Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Komandi fríggjadag verður áhugaverd ráðstevna í Nordurlandahúsinum um sjálvsavgerðarrætt hjá tjóðum og har verður ongin minni enn Catalanska frælsishetjan Puigdemon, tí hesi orð:

Í Maj mánaða ífjør vitjaði okkara Løgtingsformaður, Páll Á Reynatúgvu, Catalanska Parlamenti.

Endamálið við vitjanini var at menna og knýta politisk, vinnulig og mentarlig sambond við Catalania. Eg var so heppin at vera við í ferðalagnum. 

Vertur okkara var Løgtingsforkvinnan í Catalanska Parlamentinum Carme Forcadell.

Vit vóru sera væl móttiknir, vit vitjaðu Parlamenti og hittu politikarar og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum, okkara Tjóð, heimskenda  bacalao og ikki minst okkara fótbóltslandslið, Føroya bestu Ambassadørar.

Fyrraparturin gekk skjótt og so vóru vit bodnir til døgurða har Carme Forcadell var vertur.

Carme Forcadell visti sera nógv um Føroyar, hon hevði sjálv vitjað í Føroyum og helt at Føroyar á nógvum økjum var frammanfyri Catalania.

Hon fegnaðist um tað góða samband sum er millum Barcelona og Føroyar og sum Atlantic Airways eigur heiðurin av og var hon sannførd um at enn betur samband millum Føroyar og Catalanien vil verða báðum pørtum at gagni.So greiddi hon frá støðuni í Catalanien.

Hóast hetta økið  er best fyri fíggjarliga í Spanien og har tað  er demokatiskur meiriluti fyri loysing, so var hon rædd fyri framtíðini og komandi valinum og, legði hon  syrgin afturat, hon væntaði at koma í fongsul !Tíðanverri gekk júst sum henda gløgga og vinarliga Løgtingsforkvinnan spáddi.

Spanska Stjórnin bardi alt niður við harðari hond og ídag sita Carme Forcadell og fleiri við henni i sponskum fonglsum uttan rættargongd, bert tí tey vildi fremja fólksins vilja um fullveldi og loysing. 

Og ongin sigur nakað um hesar fongslaðu Catalanar ! EU, Danmark, ST,  Mannarættindafelagsskapir ...tøgn tøgn.

Hvat viðkemur hetta okkum kan ein spyrja ? Spanien er ein av okkara stóru handilspartnarum og eitt av okkara yndis ferðamálum, kunnu vit bara sita tigandi til hetta órættvísi, eiga vit ikki at mótmæla?

Hvat sigur Løgtingsformaðurin, Vinnumálaráðið, og Føroya deildin av Amnesty, hvat sigur Atlantic Airways?

Skulu vit Føroyingar ikki tora at hava eina meining um órættvísi í londonum vit handla við td., Kina, Turkaland og so nú Spanien -  ella skulu vit bara lata sum onki næstu ferð vit sóla okkum í Barcelona við einum stórum gin og tonici meðan Carme Forcadell rotnar upp í einum fongsli hinumegin gøtuna? 

Hon sum bara vildi fremja folksins demokratiska vilja til frælsi og fullveldi, sami spurningur sum vit Føroyingar vónandi skjótt taka støðu til, uttan at nakar fer i fongsul...

Almennu Føroyar hava eina moralska skyldu til at hava eina meining! 

Væntandi fara vit at hoyra Fríggjadagin hvat Puigdemon sigur um fongslaðu Carme Forcadell.

Johan Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo