Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Lesarin skrivar

Okkara hálvlunkaða javnaðarsumboð á Fólkatingi er nú aftur farid at gera um seg og illneitast inn á ta donsku stjórnina um, at føroyskir fangar hava tað alt for strævið og keðiligt í vanligum fongslum, bæði í Mjørkadali og í politi-brummum kring alt landið.

Fyri ikki at tosa um føroyskar fangar í donskum fongslum, sum eru við at sálast av heimlongsli!

Standurin er óhugnaliga fjøtrandi fyri okkara fongslaðu landsmenn!

Og akkurát sum nationalistarnir,  sigur Sjúrður, at tað er sjálvandi Danmark, sum hevur skyldina av, at tað ikki verður hjúklað nóg mikið um føroyskar brotsmenn við hugnapráti og jólagóðgæti!

Danmark, sum ENN hevur politi- og fongsulsmál um hendi, hevur heilt svikið tað føroyska fólkið við ikki at veita teimum kriminellu nóg stóran ugga, serliga á jólum!

At menn trívast betri í fongslum, brummum og geglum er blivið eitt týðandi og stórt álvarsmál fyri Sjúrða Skaale í hesum sentimentalu jóladøgum.

Men nú vit koncentrera okkum um ta socialu høgtíðina og tann empatiskt eymliga lógvadansin um jólatræið, er vert at vísa tí hjartagóða og fíntfølandi fólkatingsmanninum á, at tað eru nógv onnur enn tað neyðars brotsmannaliðið, sum hava útlit til eini tung jól í ár.

T.d. hevur frúgvin Arnhild Olsen millum nógv onnur gjørt vart við og dokumenterað, at ørgrynni av barnafamiljum í Havn eru í SO akuttari neyð, at tað knípir teimum at halda eini sømulig jól.

- Nøkur fólk beinleiðis hungra!

Sjálvt kjallara- húsaleigan í Annike-Stadt er so okurshøg, at tað mangla pengar til mat og klæðir hjá mongum familjum, og í Havn má húsaleigan prioriterast framum mat!

Tað hevði klætt okkara ovur-empatiska fólkatingsmanni at farið í kríggj við armóðina og ta socialu neyðina í Havn. Men tað fær hann ikki so væl givið Danmark skyldina fyri.

Er man virkuliga javnaðarmaður, prioriterar man tað sociala framum tað nationala og tað fíggjarliga eksistens-minimum hjá barnafamiljum framum, hvussu hugnaliga ella lýtt fangar sita í kachottini á jólum!

Annars øll góðynski hiðani um gleðilig jól og gott nýggjár til Sjúrða og hansara jólasøru fangar, sum Danmark "forsømir" so illa.

Vit vænta, at tann viðkvæmi Sjúrður fer at sleingjast í pendulferð millum Mjørkadal, Vestre fængsel og Vridsløselille í øllum jóladøgunum.  

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo