Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Krutl

Tað eru miðlavand og fólk við skili fyri miðlum og samskifti sum siga sína hugsan, eftir at sjónvarpið hjá kringvarpinum í vikuni gjørdi eina samrøðu við reiðaran Mortan Johannesen. Samrøðan var sjáldsom, tí tað var týðuligt at Mortan Johannesen var argur um ætlanirnar hjá landsstýrinum og ørkymlan hansara gekk fyri ein stóran part útyvir útsenda journalistin, sum vísti seg at vera ein blaðung kvinna uttan stórvegis royndir.

Spurningurin er so, um talan var um eina geniala kombinatión av interviewara og interviewoffri, ella um alemenna Kringvarpið gjørdi ein stóran feil og kanska eisini breyt góðan fjølmiðlasið.

Ein sum heldur tað seinna er fyrrverandi stjórin á lýsingar og samskiftisfyritøkuni Sansum. Á sínum facebook vanga skrivar Høgni Rasmussen, at tað sum Kvf gjørdi var djúpt óetiskt.

- Her er eingin ivi í, hvør er banditturin og hvør er óskylduga ofrið og umboðið fyri Føroya fólk mótvegis vemmiliga peningagraða kapitalistinum. Møguliga ikki bevíst, men soleiðis er tað, sigur Høgni Rasmussen og leggur afturat:

- Einhvør í fiskivinnuni verður ávirkaður av nýggju støðuni. Tá so er, er tað pliktin hjá Kvf at velja eitt hóskandi umboð at úttala seg um evnið - og ikki bara velja tann, sum er lættast at útstilla sum ein peningagraður bestaborgari, hvørs einasta mál er at stjala ogn Føroya fólks!

Kanska gott drama, men sum tíðindainnslag er hetta til dumpikarakter! Vánaligt Kvf, skrivar Høgni Rasmussen.

Fleiri eru samd við Høgna, og halda hann rakar seymin á høvdið.

Men onnur eru ósamd. Eitt nú Uni Arge, journalistur og kjakari sum heldur talan var um besta sjónvarpsdrama í langa tíð, Birgir Kruse, miðlabloggari og Øssur Winthereig, royndur journalistur, sum heldur, at óhøviski reiðarin avdúkaði, hvørjum logikki hann arbeiðir eftir.

Síggj:

innslag við Mortan Johannesen her

Speirekandi innslag frá Infoportalinum her

Blogg hjá Birgir Kruse um evnið her

Facebook kjak um evnið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo