At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað er løgið. Bakkafrost og bankarnir forvinna nógvan pening hvør í sínum lagi.

Líkamikið, hvat ið fólk halda um Bakkafrost, Regin Jacobsen og fyri so vítt eisini Kelduna, so er endaproduktið laksur, sum smakkar væl; onkursvegna eru fólk glað og mett.

Við bankum er tað tíverri soleiðis, at næstan øll fólk hata teir. Og kortini tjena bankarnir nógvan pening upp á hesi somu fólkini, sum hata teir.

Minnist meg og Janus í Føroya banka hava tosað um hetta. Eg segði við gamla stjóran, at eingin hevði nakað ímóti, at bankar ella nakar annar forvinnur nógv.

Tað einasta, eg vil sum bankakundi, er at kenna meg væl.

Eg vil ikki verða snýttur, manipuleraður ella rændur við bráðkomnum kontugjøldum o.ø. kreativum átøkum.

Ivasamt er, um Janus skilti, hvat eg meinti við. Og slíkt er sanniliga ringt at forklára.

Eg royndi við eini prosaiskari søgu um, at tað kennist væl at keypa klædning frá Hans Joensen.

Kanska tekur gamli handilsmaðurin túsund krónur ov nógv fyri klædningin, men tað hevur ongan relevans, tí maðurin dugir at fáa kundan at føla seg virðismettan.

Eg minnist, at Janus svaraði, at hann ikki keypti sínar klædningar frá Hans Joensen.

Høgni Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo