Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Regin Olsen á Facebook: Ongantíð í mínum villasta fantasi , hevði eg fyristilla mær at eg fór at stuðla við peningi til at byggja eina Mosku.

Eg fór avstað av Vága floghavn fyri góðum mánaði síðani. Keypti okkurt smávegis í taxfree, millum annað 4 myrkar sjokulátaplátur fyri 27kr/stk. Finni so útav at tær eru merktar Halal. Fór so at kanna hvat orðið ”Halal”merkir.

Tað er eitt Saudia Arabiskt musilimskt altjóða felag við navninum Muslim World League(MWL) í góðkennir Halal vørur.

Teir hava til endamáls at koma út í hvønn krók á klótini. Ja, nú eru teir so eisini komnir til Føroyar.

Handilsmenn standa í kø, fyri at sleppa inná nýggja marknaðin, at selja vøru, ið er merkt Halal.

Halal merkið leggur ein prosentpart omaná vanliga prísin , sum so endar hjá MWL, sum verður stýrt frá Saudia Arabia. MWL byggjir ímillum annað radikalar moskeir fyri pengarnar ið liggja eftir.

MWL gongur eisini inn fyri eini radikalari útgávu av Islam, Sharia, jihadistum, kvinnukúgan, ímóti religiónsfriheit og at homuseksuell skulu verða deyðadømd. So tað er ikki bara ein Moska, eg havi stuðla.

Tað eru ørandi upphæddir vit tosa um í umsetningi. Í 2017 var umsetningurin 10000 milliardir og teir vanta 14000 milliardir í 2023.

Eg haldi at tað er langt úti, at ein ikki verður upplýstur nærri, hvat ið tað er, ein stuðlar, tá ið ein keypur í einum Føroyskum handli. Hatta skuldi verði upplýst nógv betur, ella skuldi hatta verði forbjóðað at selt í Føroyum.

Vit hava roynt at blivið meiri human tey seinastu árini viðvíkandi grindadrápi og slagti. Bæði við at vilja tað sjálvi og við pressi frá umheiminum. Men halal slagtið hevur frítt spæl. Oksar, lomb, kamelar o.a verða skorðin á háls inntil tað bløðir út. Har eru 1000 klip á youtube, sum vísa hvussu tað gongur fyri seg.

So tit, tá ið eg komi heim verður boksin endavend, og hyggjast skal væl eftir næstuferð eg fari til handils.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo