Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Irene Johansson, ið hevur ment Karlstadmodellið, heldur fyrilestur fyri lesandi í Oslo

Meðan foreldur og onnur avvarðandi at børnum við serligum tørvi fegnast um at tænastan við Karlstadmodellinum skal halda fram, vóna tey sum standa fyri útbúgvingini av leiðbeinarum at minst tvey afturat fara undir hendan lestur í ár — foreldur ella yrkisfólk.

“Foreldur, lærarar, námsfrøðingar og onnur kunnu læra nógv av hesum skeiði,” sigur Maria Olsen í Havn, sum í løtuni tekur útbúgvingina í Oslo. Hon er eisini mamma at einum barni við serligum tørvi.

“Eg eri sera glað fyri at eg fór undir hesa útbúgvingina,” sigur Maria Olsen. “Útbúgvingin styrkir meg í tí málsligu venjingini av soninum. Vit arbeiða við bæði teori og praksis í bólkum har eg læri eina rúgvu um hvussu tað ber til upp á ymiskar mátar at fáa gongd á ta málsligu menningina hjá einum barni. Luttakararnir deila eisini video stubbar, sum eisini er sera læruríkt. Hetta er ógvuliga praktiskt.”

“Har eg lesi eru eini 40 prosent av luttakarunum foreldur,” leggur Maria Olsen afturat. “Hini eru námsfrøðingar, lærar og onnur yrkisfólk. Eg haldi at hetta skeiðið gevur sera nógv innlit og hugskot at arbeiða við, uttan mun til um talan er um foreldur og avvarðandi ella fólk ið yrkisliga fáast við menning av børnum. Karlstadmodellið er serliga áhugavert tí tað snýr seg um hvussu ið málið verður brúkt í praksis og gevur eina námsfrøðiliga leiðbeining um hvussu tað ber til at fáa børn við málsligum trupulleikum at brúka mál fyri at ávirka síni umgevilsir. Vit greina eisini hvat ein samtala er, hvussu hon er samansett hvat viðvíkur bygnaði í innihaldinum, høvuðsevni, dygd í svari v.m.”  

Karlstadmodellið er heitið á einum modelli innan málsliga venjing sum hevur verið ment áhaldandi síðan seinast í 1970unum undir leiðslu av professor Iréne Johansson í Svøríki. Modellið er ment í samstarvi millum foreldur, yrkisfólk og granskarar og hevur vunnið útbreiðslu í Noregi, Danmark og aðrastaðni, eisini í Føroyum.

Í stuttum er Karlstadmodellið ein skipan ið ger frálæruna eyka grundliga, soleiðis at øll børn kunnu mennast málsliga og harvið persónliga.

Vilja hava fleiri

Eftirspurningin á Karlstadmodellinum er høgur millum føroyingar, eins og Sernám ásannaði herfyri, tá ein ætlan um at sleppa hesum formi fyri serundirvísing varð slept aftan á sterkar reaktiónir, har mentamálarráðharrin kom upp í leikin.

Tíðliga í mai kundi Hanna Jensen landsstýriskvinna “fegnast um at ein loysn nú er funnin, so netverkini við Karlstadmodellinum kunnu halda áfram.”

“Í samstarvi við Mentamálaráðið fer Sernám undir ein menningarleist sum inniber at starvsfólk byrja eina eftirútbúgving innan Karlstadmodellið í heyst,” legði landsstýriskvinnan afturat. “Málið er at Sernám sum stovnur kann veita eina landsumfatandi tænastu.”

Hanna Jensen undirstrikaði víðari at “tað hevur stóran týdning at góð tilboð eru til fjølbroyttu tørvirnar innan virkisøkið hjá Sernámi. Her eru netverkini sum eru skipað eftir Karlstadmodellinum ein góður háttur í málmenningini hjá nøkrum børnum við serligum avbjóðingum. Fakfólk, áhugafeløg og foreldur at hesum børnum hava verið sera væl nøgd við Karlstadmodellið, sum hevur gjørt stóran mun í málmenningini hjá hesum børnum.”

Sambært keldur avgjørdi Sernám soleiðis at senda tvey starvsfólk til útbúgving í Karlstadmodellinum í ár. Men nú frættist úr Danmark at talið á tilmeldingum í løtuni liggur beint niðan fyri tað minimum sum krevst.

“Tilmeldingsfreistin er nú farin og lestrarbyrjan nærkast,” ljóða boðini í einum telduposti frá IAKM DK til fólk ið hava teknað seg til útbúgvingina. “Vit hava avgjørt at leingja umsóknarfreistina til 15/6, av tí at okkum enn tørvast tvær tilmeldingar fyri at kunna stovna ein bólk.” Sum skilst høvdu tilsamans 18 teknað seg tann 3. juni, men lægst kravda tal á luttakarum er 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo