Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

Siloakórið í Adelaide Place Baptist Church. Mynd: Ann Mohr

Í døgunum 12. - 15. apríl gjørdu kórið og tónleikarar úr brøðrasamkomuni Siloa í Fuglafirði ferð til Skotlands, har tey leygarkvøldið høvdu konsert í Adelaide Place Baptist Church í Glasgow og pálmasunnudag fyrst í Bothwell Evangelical Church og um kvøldið í Ebenezer Evangelical Church í Motherwell.

Á skránni vóru evangelskir sangir, flestir á enskum, men eisini nakrir á føroyskum. Leygarkvøldið vórðu fimtan sangir, og lagt varð fyri við trimum nýtíðarligum verkum, sum gitni norski yrkjarin og tónasmiðurin Tore W. Aas hevur gjørt bæði orð og løg til. Fyrsti var ”Come let us sing”, sum var frálík byrjan við eggjandi innihaldi og mergjaðum rútmum; næsti var ”God gave me a song”, har Sólrún Á. Haraldsdóttir og Bárður á Lakjuni sungu solo, og triðji var ”God so loved the world”, solo: Nicolina M. Friang. Tore Wilhelm Aas (f. 1957) er professari í tónleiki á NLA-háskúlanum, sum er partur av universitetinum í Oslo. Hann hevur gjørt ymisk sløg av tónleiki, bæði messur, sálmar, gospel, klassiskan og liturgiskan, men eisini annað. Kór hansara, Oslo Gospel Choir, hevur havt fleiri konsertir í útlondum, m.a. í BBC í Bretlandi.

Sera hóskandi at byrja slíka konsert við at fagna songi og Gudi, tí hesi eru boðskapurin hjá einum kóri sum Siloakórinum; og gleðin at syngja og leika tónleik kendist skilliga á teimum, ið sungu og leikaðu. Hetta huglagið rein eisini dyggiliga við áhoyrarnar, tí kórið, undir kønu og neyvu leiðslu Eyðuns á Lakjuni, sum hevur góða útbúgving og drúgvar royndir innan tónleik, stendur einki aftan fyri tílík kór aðrastaðni.

Síðani vórðu framførdir ”How I love to talk with Jesus” eftir gitna ameriska gospeltónasmiðin Robert C. Clatterbuck (1934-2017); ”In your arms” eftir Calvin Bridges (f. 1952), lagið gjørdi Tore Aas; ”You to my soul” eftir Tore Aas, solo: Gunnrið á Lakjuni; ”My life is in your hands”, har Kirk Franklin (f. 1970) hevur gjørt bæði orð og lag; síðani ”Salvation's song” eftir enska prædikumannin, sálmaskaldið og rútmiska tónleikaran Stuart Townend (f. 1963) og gitna samskiparan og trummuleikaran Andrew Small (f. 1981).

Fyrri føroyski sangurin var hin frálíki ”Mínum frelsara”, har Øssur Berghamar gjørdi bæði orð og lag, og Maria á Lakjuni sang solo. Eftir hendan varð ”Power of your life”, sum Geoffrey W. Bullok yrkti og Tore Aas setti lag til; síðani kom ”Prayer for the city” eftir Scott V. Smith, sum aftur Tore Aas setti lag til. Annar føroyski sangurin var ”Hvørt dýrt hitt Jesu navn”, sum enski vekingarpresturin John Newton (1725-1807), best kendur fyri ”Amazing Grace”, yrkti, og Victor Danielsen týddi; lagið gjørdi Cuthbert Howard (1856-1927).

Seinastu tríggir sangirnir vóru ”Lord is our salvation”, sum tey trý norðurírsku Kristyn E. R. Getty (f. Lennox í 1980) og maðurin Keith Getty (f. 1974), Nathan Nockles (f. 1973) og sviin Jonas Myrin, øll heimsgitin tónlistafólk, hava gjørt bæði orð og lag til; og her sang Fía í Skorini solo. Tveir teir seinatu sangirnar á framførsluni gjørdi Tore Aas eisini bæði orð og lag til, og teir vóru ”Your love”, har Birna Jaconsen og Maria á Lakjuni sungu solo, og ”The light of the world”, sum var sera hóskandi at enda slíka konsert við.

Ikki er at taka seg aftur í, at stór er tónlistaliga avbjóðingin, tá ið farið verður undir so nýtíðarligan kórsang, tí tað mesta, ið framført varð, er heilt nýtt, sumt enntá frá hesi øldini; og yrkjararnir og tónasmiðirnir eru millum teir fremstu í heiminum. Men Siloakórið megnaði hetta til fulnar, og valið av sangum tóktist væl umhugsað, og óivað hevur avbjóðingin kravt nógva venjing.

Í kórinum, sum hetta kvøldið sang í Glasgow, vóru um 30 sangarar, og tónleikarar vóru: Jóhannes Simonsen klaver, David Simonsen bass, Teitur Isaksen trummur, og Sólja Hansen leikti yndisliga á sello. Eyðun á Lakjuni stjórnaði bæði kórinum og tónleikabólkinum við hegni, neyvleika og áræði. Alt í alt ein sera væl fyrireikað og útinnt framførsla av kravmiklum nýtíðartónleiki. Og væl man hava verið vant og stílað fyri, tí eingin trupulleiki var at skilja einstøku orðini og hoyra stakljóðini í sanginum; hetta kann vera ein tvørleiki, ikki minst tá ið sungið verður á øðrum máli enn sangaranna egna. At samstilla allar sangararnar er ofta torført; men skal kórsangur eydnast væl, so er hetta neyðugt, tí bera einstøku sangararnir ikki somu ljóð fram púra neyvt og samtíðis, so kemur fløkja í, og torført er hjá áhoyrarunum at skilja tað, ið sungið verður. Men hetta eydnaðist stak væl hjá hesum kórinum.

Millum sangirnar trein Oddur á Lakjuni fram og segði frá, hvørjir teir næstu tveir vóru; og miðskeiðis á framførsluni kunnaði Max Cecil Weihe áhoyrarnar um Føroyar, Fuglafjørð og brøðrarørsluna har. Alt væl fyriskipað og væl úr hondum greitt.

Sangur og tónleikur er einki nýtt í Fuglafirði, og har hava verið bæði einstaklingar, kór og rokkbólkar síðani miðskeiðis í farnu øld. Kendast er helst frálíka gentukórið, sum Frits Johannessen og Jógvan á Lakjuni byrjaðu í 1980, og sum Eyðun seinni arbeiddi við. Fleiri av hesum eru kend um alt landið; men fá hava gjørt konsertferðir í øðrum londum. So statt var forkunnugt at hoyra eitt fuglfjarðarkór í miðbýnum í Glasgow; men ikki er óvanligt, at kór úr brøðrasamkomum skipa fyri uttanlandsferðum, eisini til Skotlands.

 Stuttligt er at hugsa um, at nýtíðarligur sangur kom til Føroya við skotanum Williami Gibson Sloan longu í seinnu helvt 19. aldar; og ikki minst løgini hugtóku føroyingar tá á døgum, tá ið Sloan sang við nýggjum og hugfarsligum løgum á útimøtum sínum í 1860- og '70árunum. - Tí tykist rímiligt, at føroysk brøðrakór leita til heimland Sloans nú 150 ár seinni við sangi og tónleiki frá okkara tíð.

Tórður Jóansson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo