Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Krutl

Í Søldarfirði veksur væl. Hetta er serliga sjónligt við teimum mongu stóru trøunum í bygdini.

Sum eitt grønt átak ynsktu Sølfirðingar í ár ikki at seta upp jólatræ, men heldur at prýða eitt av vøkru trøunum, sum standa runt um hugnaliga spæliplássið.

Hetta træið er eitt stórt flott 28 ára gamalt granntræ.

Viðalundin runt spæliplássið varð plantað á vári í 1990. (sí viðfesta mynd niðanfyri frá mai 1990).       

Sí Facebook síðuna hjá spæliplássinum:
https://www.facebook.com/201456486721626

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo