Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Frælsur Ítróttur Føroya: Í dag á miðdegi kemur forsetin fyri European Athletics, Svein Arne Hansen, til Føroya á vitjan. Vitjanin er privat, men Svein Arne fer eisini at vitja FÍF (Frælsan Ítrótt Føroya) og at kunna seg um viðurskiftini hjá frælsum ítrótti í Føroyum.

Longu mánadagin verður farið inn á Toftir at hyggja eftir umstøðunum á Svangaskarði, og har fer borgarstjórin í Nes Kommunu saman við umboði fyri B68 at greiða frá søguni um Svangaskarð og at siga frá framtíðarætlanunum við breytini á Svangaskarði.

Seinni mánadagin verður farið til Klaksvíkar, har borgarstjórin saman vit teknisku nevnd og umboðu frá Treysti taka ímóti. Her fer Býráðið at kunna um nýggju breytina, sum skal byggjast í næstum.

Týsdagin verður hugt eftir umstøðunum á Tórsbreyt og spurtbreytini á Tórsvølli. Umboð fyri Tórshavnar Kommunu verða við. Ein stuttur fundur verður við FÍF, og møguleiki verður eisini hjá fjølmiðlunum at hitta forsetan. Týskvøldið verður Ítróttarsambandið vertur fyri einum døgverða.

Á ferðini fer Svein Arne eisini rundvísing í Løgtinginum og kring Tinganes. Kendur frímerkjasavnari er hann eisini, og sjálvandi verður tí eisini vitjað á Frímerkjadeildini.

Fyri Frælsan Ítrótt Føroya er hetta ein sera spennandi vitjan. Frælsur Ítróttur hevur ikki altjóða viðurkenning, hóast ynskið altíð hevur verið har. Hetta er eitt kærkomið høvi at finna út av, hvørjar møguleikar vit hava fyri altjóða góðkenning. Svein Arne Hansen er kendur fyri at tala søk teirra smáu, og vónandi kann hann hjálpa okkum í Føroyum fram á leið móti limaskapi í IAAF.

Svein Arne Hansen
Forseti fyri Norsk Friidrett 2003-2015 – varaforseti 2001-2003
Forseti fyri European Athletics 2015 –  varaforseti 2007-2011
Staðið á odda fyri Bislett Games frá 1973 – 1984 og gjørdi hesa stevnuna til eina av teimum fýra týdningarmestu yvirhøvur. (Zurich, Bruxelles, Oslo og Berlin)

Er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Diamond League konseptið, sum byrjaði við Golden Four og síðani Golden League.

Við á ferðini verða eisini umboð fyri teknisku nevndina hjá EA og Norsk Friidrett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo