Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Lesarin skrivar

Æraða landsstýriskona, aðalstjóri, gestarøðari og fundarfólkið alt. Góðu starvsfelagar. Nú er eitt ár farið, síðan vit løgdu fram okkara varskó til føroyskar myndugleikar um støðuna í tí føroyska heilsuverkinum.

Tað er við tungum hjarta, at eg má siga, at støðan ikki er vorðin betur, men mest sannlíkt  heldur verri.

Hetta farna árið, hevur verið almikið fundarvirksemi í teimum bólkunum, sum skuldu gera menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Har hevur verið stýrisbólkur, har hevur verið verkætlanarbólkur, har hevur verið ein sonevndur serfrøðingabólkur, har hevur verið politiskur fylgibólkur og loksins 28. juni 2016 varð álitið handað. Sjálvur havi eg verið  við til at skriva fleiri álit um heilsuverkið síðan 1988 og eg má siga, at álitið er líkt teimum undanfarnu, men onki avgerandi nýtt. Álitið broytir ikki tað minsta við okkara niðurstøðum, at vit tørva umleið 50 serlæknar og at føroyska heilsuverkinum tørvar stívar 300 mió. í meirjáttan, um vit skulu koma á hædd við heilsuverkini í øðrum londum. Vit vísa til útrokningarhættirnar í okkara áliti, sum vit halda  eru rættari enn teir í hesum nýggja álitinum.

Lat meg eisini siga, at vit í Læknafelagnum gjørdust ikki sørt bilsin, vónbrotin, tá vit sóu, at eingin av læknunum, sum halda føroyska heilsuverkinum gangandi 24 tímar um døgnið, sjey dagar um vikuna, árið á tamb vórðu mett verdugir til  at vera í verkætlanarbólkinum (tað var tann bólkurin, sum skrivaði álitið). Har skuldu starvsfelagar úr Noregi og Íslandi sita og eingin okkara, sjálvt um tað er ógreitt fyri mær, hvat teir dugdu fram um okkum. Tað er mær ein gáta, hvussu tað politiska valdið her í landinum heldur, at tey kunnu motivera síni egnu høgt kvalifiseraðu starvsfólk til framhaldandi at liva og virka her á landi, tá tey ikki hava so frægt av áliti á okkum, at vit vórðu spurd eftir, hvussu stílurin hesa ferð skuldi skrivast. Lat meg taka eitt dømi um óseriøsa skriving. Álitið byrjar við hesum setningi: “Vit hava eitt gott alment sjúkrahúsverk í Føroyum.” Ein vakur setningur, men hvaðani vita vit hetta? Eg havi ikki sæð eina einastu kanning, sum á nakran hátt kann undirbyggja hetta. Hetta eru tóm orð. Vildi fegin vitað, hvør tann persónurin er, sum hevur havt fakligan førleika til at siga hesi orð. Hvørki okkara íslendski ella norski starvsfelagi høvdu, mær vitandi, nakra serliga vitan um okkara heilsuverk. Um vit skulu siga slíkt, eru vit noydd at gera systematiskar samanberingar við tað sjúkrahúsverkið, vit vilja samanbera okkum við. Og her kunnu vit so velja til dømis tað danska, ella tað norska ella tað íslendska. Tá vit hava valt samfelagið til samanberingar, kunnu vit so samanbera sjúku fyri sjúku, hvussu skjótt og nágreiniliga diagnostikkur og viðgerð fer fram. Henda greining er mær vitandi ikki gjørd áðrenn pompøsa overturan varð skrivað.

Sum sagt so mangan áður, medisinska ella  læknafrøðiliga menningin gongur við rúkandi ferð úti í heimi, men hjá okkum er serlæknamanningin við at mynstra av vegna aldur, og tað var jú hon, sum skuldi bera nýggju frambrotini heim til okkara. Serlæknatalið er í dag á sjúkrahúsinum met lágt og fara vit ein túr í heilsuverkinum, so leggja vit skjótt til merkis, at har er ikki sørt av mótloysi í staðin fyri grammleiki og framtakshugur.

Eg samanbar í fjør tykkum, mínar góðu starvsfelagar, við primadonnur, sum hvør sær helst vildi dansa einsamøll á palli – og hetta var meint sum rós uttan tann minsta brodd. Herfyri var eg bjóðaður at tosa á stórfingnari heilsuráðstevnu, NUNAMED, sum grønlendska heilsuverkið skipar fyri árliga. Eg gjørdist ikki sørt bilsin, tá eg har hoyrdi  at ein gestarøðara, Helle Hein, skuldi tosa júst um primadonnur. Efir drúgvar kanningar hevði hon skrivað bókina: Primadonneledelse – når arbejdet er et kald. Hon býtir starvsfólkini upp í 4 arketypur: Primadonnur, avriks-tripparar, pragmatikarar og lønmóttakarar.  Hon greiðir frá, at eitt sjúkrahús líka lítið sum eitt sjónleikarhús kann vera sínar primadonnur fyri uttan, tí tað eru tær, sum av fakligum stoltleika vilja streva eftir tí excellenta, tí framúrskarandi – verið tað seg á Landssjúkrahúsinum ella Kongaliga Teatrinum.  Hennara kanningar høvdu tíverri víst henni, at nógvar primadonnur við fakligum eldhuga, vóru fluttar yvir í bólkin av disillusioneraðum lønmóttakarum. Tær orkaðu ikki meira  at halda fakliga merkið hátt, men vóru hoknaðar undir skrivstovuveldinum – managementinum, fyri ikki at siga new public management.

Eg kundi sjálvandi hildið fram við at røtt um neyðina í føroyska heilsuverkinum, men tað skal eg ikki gera, tí tað er so lítið uppbyggjandi. Eg fari heldur at gera mær nakrar tankar um hví støðan er sum hon er. Eitt heilsuverk kann síggjast og metast ógvuliga ymiskt, alt eftir eygunum, sum síggja.

Eitt er almenningurin, sum veit lítið um, hvar nútímans læknafrøði er sum heild, men sjúklingar vita sera væl, tá teimum tørvar heiliráð, tá teimum tørva framkomnan diagnostikk og framkomna viðgerð. Ikki minst eru teir fúsir til at samanbera, tá teirra viðgerð er sub-optimal í mun til hana, sum tey lesa um í útlendskum bløðum og miðlum. Trupulleikin er bara, at tað tykist sum um, at almenningurin, fjøldin í almenna tjakinum, bert er upptikin av at verja síni lokalu sjúkrahús og eru als ikki upptikin av veruligu dygdini í sjúkrahúsverkinum – tað eru hin vegin teir einstaku sjúklingarnir í ógvuliga stóran mun. Fyri tí illa sjúka hevur lokalsjúkrahús ella ei ongan týdning, bert heilsubótin. 

So er tað tey politisku eyguni. Tey eyguni síggja politiskar møguleikar og alt gott um tað. Teir politisku møguleikarnir fevna, eftir okkara royndum, ógvuliga sjáldan, um nakað veruligt fakligt innlit í, hvat læknafrøðin er nú á døgum. Politikarar lurta eftir, tí teir halda almenningurin heldur – og tað er sum sagt ikki grundað á nakað serligt fakligt innlit.  Í besta lagið eru tað nakrar óhepnar sjúkasøgur, har broyting má koma í. 

So er tað tann administrativa skipanin, tey administrativu løgini yvir teimum, sum fremja læknakynstrið í verki. Teirra eygu síggja, eftir okkara meting, fyrst og fremst fíggjarkarmarnar fyri sær. Tey síggja tørvin at røkja síni embæti til lítar, og í síðsta enda mugu tey gera  politisku skipanini eftir vild og tað kann ongin lasta tey fyri.

Og so eru tað at enda fakfólkini. Fakfólk sum vit, hava brúkt okkara lív til at fáa kunnleikar á einum væl avmarkaðum, náttúruvísindaligum umráði, soleiðis at vit eru errin av okkara sergreinum og halda vit kunnu sammetast við starvsfelagar úti í verð. Ikki í øllum smálutum altíð, men í høvuðsheitum. Vit eru errin av okkara faki. Vit duga eisini at síggja rákið í fakinum og hvar vit mest sannlíkt eru í morgin og um fimm ár. Vit duga eisini pínliga væl at síggja, tá vit dragna og uppgeva ambitiónina um at vera líka góð sum hini. Okkara trupulleiki í dag er, at vit kenna okkum einsamøll. Vit kenna ikki, at vit hava fyrisitingina og tað politiska lagið at hjálpa okkum at fremja okkara primadonnudreymar, okkara serfrøðingadreymar, okkara dreymar um excellency. Eitt er at vit ikki vóru bjóðaðir at vera við í verkætlanarbólkinum um sjúkrahúsverkið. Læknavísindin var heldur ikki umboðaði í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði álit um genomkanningar, sjálvt um júst okkara fak hevur meira at gera við genomkanningar  enn nakar av hinum. sum vóru við í bólkinum.

Niðurstøðan má sostatt vera, at vit mugu átaka okkum ábyrgdina av einum upplýsingarátaki, tí ringar royndir hava víst okkum at politiksa valdið ikki hevur megna at tryggja at heilsuverkið stendur á tryggari grund og er kappingarført við tey góðu heilsuverkini í Europa.  

Vit hava nú brúk fyri at fáa almenningin at skilja, hvat eitt nútímans heilsuverk í veruleikanum er og hvat tað krevur av servitan og so vóna at hetta innlitið hjá almenninginum kann umsetast til politisk rationell átøk.

Vit søgdu tað í fjør og vit fara at siga tað aftur í ár og vit koma at siga tað aftur komandi ár, at tað er neyðugt at gera eina sergreinaætlan fyri Føroyar. Hetta merkir, at vit skulu á fakligum grundarlagi avgera, hvørjar greinir skulu vera her í landinum og tað merkir, at vit skulu nú seta tal á, hvussu nógvir serlæknar skulu vera í hvørjari grein. Tað merkir, fyri at vera nágreiniligur, at um vit gera av, at tað altíð skal vera ein kardiologur, ein hjartalækni í døgnvakt til staðar á sjúkrahúsinum, ja so skulu vit manna tað soleiðis, at eisini ein miðaldrandi hjartalækni heldur, at tað er attraktivt at velja Føroyar fram um eitt og hvørt annað stað í verðini. Eg vil meta, at so skulu vit hava sjey av teimum, soleiðis, at hjartalæknin hevur bert eina døgnvakt um vikuna og soleiðis kunnu vit meta um  sergrein eftir sergrein. Um vit fara henda vegin, so eri eg vísur í, at tað verður hildið úti í heimi millum okkara landsmenn, sum eru á veg inn í fakið og onnur eisini, at Føroyar eru eitt áhugavert stað at koma til at leggja sítt lívsverk, tí her ber til at hava eitt arbeiðslív, eina arbeiðsviku, sum er rímilig, men tað fer eisini við slíkari manning at verða tíð til akademiskt virksemi, bæði til undirvísing av studentum og til gransking. Sjávlt um tað virkar eitt sindur utopiskt, taka vit undir við tí uppskoti, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt, at vit skulu fara at fyrireika okkum til læknalestur í Føroyum. Um hetta skal gerðast veruleiki fer tað  at krevja hópin av serlæknum, sum fáa uppgávur knýttar at  okkara lærda háskúla. Tað gerst ikki við verðandi manning, verri enn so. Sum vit síggja tað, fer læknalestur  at økja um attraktiónsvirðið hjá føroyska heilsuverkinum og tað kemur eisini at virka stimbrandi fyri trivnaðin í verkinum, umframt sjálvandi, at tað er við til at halda ungar føroyingar heima og fyribyrgja, at teir hvørva úti í stóru verð. Alt hetta kostar pengar, nógvar pengar.

Vit søgdu í fjør, at vit áttu at seta pening av til ta serlæknamanning okkum tørvar – okkara meting er framvegis at 50 milliónir skulu standa tøkar til hesa læknaekspansión. Eg eri ikki vísur í, at øll skilja hví, ein játtan skal oyramerkjast. Skulu normerast. Sum gamal í garði í sjúkrahúsrakstri skal eg siga tykkum tað: Rekrutteringin av læknum, bæði serlæknum og ungum læknum undir útbúgving, er so trupul, at vanligu rakstrarligu fíggjarkarmarnir ongantíð eiga at vera ein trupulleikin. Tá rasktrarjáttanin støðugt er undir fargi er neyðugt at hava eina serliga varda játtan til at taka, tá skikkaður lækni er til eitt starv.

Tí skal peningur til hetta endamál støðlast. Ein 50 mill. pulja sigi eg enn ein ferð. Vit eiga ongantíð aftur at koma í tað støðu, at ein serlækni ella ungur lækni ikki kann fáa starv við tí grundgeving at fíggjarkarmarnir ikki loyva tí – altso um starvið er í við serlæknaætlanini ella  tá tað snýr seg um eitt starv í útbúgvingini til serlækna í almennari medicin í Føroyum.

Ikki bara sjúkrahúsverkið má í hesum árum noyðast við vikarar í stórum tali, men hyggja vit út yvir landið, síggja vit at primersektorurin í ólukkumát er mannaður við vikarum, sum er niðurbrótandi fyri kontinuitetin i heilsuverkinum. Um eg skal taka danska orðaskiftið um almenna praksis og flyta tað til okkara heilsuverk, so liggja stórar uppgávur fyri framman í almennari praksis.  Tað verður serlæknin í almennari lækanfrøði, sum skal tryggja tað samanhangandi heilsuverkið, sum skal sita sum duravørur til sjúkrahúsverkið og tað verður hann, sum skal taka saman um, tað sum ymsu organsergreinirnar hava funnið. Um hetta skal gerast veruleiki, mugu kommunulæknarnir fáa munandi betur kor. Teir mugu fáa eitt fakligt heimstað, eitt alment medisinskt instiutt ella líknandi. Eitt stað, har teir fáa ment sín felags samleika, sum nettupp serlæknar í tí almenna. Serlæknar í marknamótinum millum tann sjúka og tann fríska borgaran. Tað  krevur eisini eina administrativa leiðslu, sum skilir, hvat almenn praksis í grundini er, fyri at kunna menna henda primera partin av heilsuverkinum. Ein partur av hesum arbeiði kundi verðið  umfatandi eftirútbúgving – t.d. 3 vikur árliga uttan lønarmiss.

Læknafelag Føroya er av tí greiðu hugsan, at vit hava tørv á einari teknokratiskari fyrisiting, eini fyrisiting, sum er mannað við sterkum, fakligum kunnleikum á heilsuøkinum og at henda fyrisiting, t.d. eitt heilsustjóraembæti, kundi fatað um  bæði primer- og sekundersektor, tí teir hanga so neyvt saman báðir. Vit mugu fáa henda pall so sterkan, at hann kann tala yvirbevísandi og á fakligum støði til allar teir politisku interessentarnar, sum eru bæði sentralt og lokalt í Føroyum. Henda arbeiðsætlan um sjúkrahúsverkið, sum nú fyriliggur, sigur mangt gott, men tað mesta er hóast alt  almindiligheitir - sovoroðið, sum ljóðar rætt og hevur verið sagt manga ferðir fyrr.

Læknafelag Føroya kann bara vóna, at tann administrativa og politiska skipanin veruliga nú kennir sína vitjanartíð. Tí í trongum tíðum, sum henni vit eru í nú, er eitt gott høvi at seta okkum niður og spyrja, hvussu vit kunnu vinna niðan brekkuna. Okkara svar er at byrja við at gera eina serlæknaætlan, sum røkkur 10 ár fram. Setið neyðuga peningin av nú og geri so eina fakliga kompetenta eindarfyrisiting fyri alt heilsuverkið. Tað positiva er, at meira enn 100 ungir føroyingar eru á veg inn í læknavísindina – lat okkum gera okkara allar besta fyri at lokka teir heim aftur, so teir ikki fella fyri tølandi sirenum frá glæsiligu metropolunum í stóru verð.

Pál Weihe, formaður fyri Læknafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo