At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Allir teir føroysku hjálparfelagsskapirnir, sum í fjør savnaðu inn pening frá fólki við at ganga hús úr húsi ella á annan hátt beinleiðis savnaðu inn pengar frá fólki, lógu væl undir tað sum líknandi danskir felagsskapir brúka uppá umsiting.

Har, í Danmark, fekk Reyði Krossur mest at liggja eftir, tí har fóru smá 16% til útreiðslur, ímeðan í hinum endanum lá Kirkens Korshær, har yvir 90% av innsamlaðu upphæddini fór burturav til útreiðslur, áðrenn tey seinastu sløku 10% vórðu brúkt til hjálpina, sum savnað varð inn til.

Les eisini: Onnur hvør landsinnsavning druknar í umsiting

Í Føroyum er støðan nærum beint øvugt, tí her fara í øllum førum minni enn 10% til útreiðslur hjá teimum fýra hjálparfelagsskapunum sum savnaðu inn í fjør. Hjá tí eina fór øll upphæddin óskerd víðari og hjá einum øðrum vóru undir 3% brúkt til umsiting.

Les eisini: Innsavning av pengum: Føroyskir felagsskapir væl innanfyri reglurnar fyri hvat kann brúkast til umsiting

Tann felagsskapurin í Føroyum sum brúkar mest til umsiting er Reyði Krossur. Har fóru, sambært roknskapinum sum VP hevur fingið innlit í frá Politinum, 8,8% burturav til ymsar útreiðslur. Eisini sæst í roknskapinum, at eitt umsitingargjald uppá 7,5% verður drigið av áðrenn aðrar útreiðslur.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi í Føroyum, váttar fyri VP, at hetta er føst mannagongd.

- Vit taka 7,5% av til umsiting og so eru nakrar fáar útreiðslur afturat, sigur hann og vísir á, at Reyði Krossur í Føroyum, sum ikki er deild í danska reyða krossi, í veruleikanum hevur ein sera bíligan rakstur.

- Vit hava tvey fólk í starvi, men tey arbeiða niðursetta tíð og harumframt eru eini 200 fólk sum arbeiða sjálvboði og ólønt við at skilja innkomin klæði, standa í handli, eru vitjunnarvinir ella okkurt annað, sigur hann við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo