Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Kommunufelagið: Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag var avgjørt at formansskapurin í Kommunufelagnum verður tann sami komandi tvey árini.

Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum standa formaður og næstformaður fyri vali annaðhvørt ár. Á stýrisfundi í felagnum var í dag einmælt samtykt, at verandi formansskapurin heldur áfram til 1. januar 2021. Hetta merkir at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu heldur áfram sum formaður og at Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur áfram sum næstformaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo