Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Í gjár frættist av tingi, at ætlanin at gera Dalstunnilin nú er slept.

Í samband við tær útsagnir, sum landstýrismaðurin Henrik Old legði fyri tingið, kennir kommunustýrið í Húsavíkar Kommunu tað sum sína skyldu at koma við hesi staðfesting.

Tað er ikki rætt, tá tað verður ført fram, at fornminnir eru ein forðing fyri tunnilsarbeiðinum og tíðarætlanini.

Hetta er staðfest í brævi frá Landsverk til Húsavíkar Kommunu skrivað 7. feb. 2018.

Í nevnda skrivi er staðfest, at Søvn Landsins ikki siga seg hava viðmerkingar til linjuna í mun til fornminnir og fara tískil ikki at steðga arbeiðinum.

Sostatt er tað púra greitt, at fornminnir ikki eru ein forðing fyri, at farast kann undir arbeiðið alt fyri eitt.

Húsavíkar Kommuna
Brynhild Sørensen, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo