Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

Allar tær bretsku avísirnar eru samdar um, at Manchester United hevur fingið ein tiltrongdan leikara hara frammi, sum í gjár bæði vísti at hann er førur fyri at gera mál, og eisini at hann er førur fyri at leika í Premier League.

– Eg havi ikki hoyrt Manchester United-fjepparnar rópt so hart nakrantíð. Eg veit at dysturin var móti Liverpool, men fyri alt stadion kendist hetta sum ein lætti. Hetta var ein stór, stór løta hjá einum leikara sum debuterar, sigur Gary Neville.

Independent og Daily Mail toppa við yvirskriftini «Martial arts». Og fleiri útgávur av somu yvirskriftini merkja aðrar stórar avísir.

Martial prýður eisini sportsseksjónina hjá Telegraph har finurliga yvirskriftin «Martial plan» verður brúkt, sum sipar til Marshallhjálpina eftir seinna heimsbardaga.

Eisini Thierry Henry lovprísar tí unga leikaranum:

– Hatta var eitt flott mál. Hann fekk málmannin at frysta við at hyggja upp beint áðrenn hann skjeyt. Tað dámdi mær væl, sigur Henry.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo