Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Merkisdagar

SEV: Fossáverkið varð alment tikið í nýtslu 5. mai 1954, og tað var ímyndin av, at fyrsta byggistigið í umfatandi vatnorkuútbyggingunum í Vestmanna var liðugt. Fossáverkið hevur øll 65 árini havt týðandi leiklutin at samskipa elframleiðsluna frá ymisku elverkunum út á elnetið.

92 ára gamli málarameistarin, Hanus Zachariasen, stóð í nógv ár fyri øllum málingararbeiði á verkinum, ið hann vitjar saman við abbasoninum, John Zachariassen, sum í dag er nevndarformaður í SEV.

Hanus minnist tíðina og kjakið í sambandi við, at interkommunala Elfelagið SEV var stovnað 1. oktober 1946, og hvussu stig vóru tikin til stóru vatnorkuútbyggingarnar í Vestmanna, sum var byrjanin til okkara samhaldsføstu elskipan. Talan var tá um størstu verkætlan nakrantíð í Føroyum, og fólk komu úr øllum herðashornum til Vestmanna at arbeiða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo