Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Tey flestu sum fáast við ítrótt hava rent seg í leikarar við einum vána ítróttaranda.

Leikarar sum ikki halda seg til skrivaðar ella óskrivaðar reglar. Leikarar sum gerast ikki tespiligir - verbalt ella fysiskt. Stutt sagt: Leikarar við lítlum morali.

Hetta er ofta nakað teir hava heiman ífrá, sambært eini svenskari kanning.

– Foreldrini hava serliga ábyrgd at uppala børnini at gerast moralsk ítróttafólk. Serliga mammurnar. Um børnini skilja at foreldrini bara hugsa um sigrar, kann hetta føra til ein ringan ítróttaranda, sigur Stefan Wagnsson, sum er høvuðsrithøvundur av frágreiðingini og sum starvast á instituttinum fyri vísind innan ítrótt á Karlstads Universitetinum í Svøríki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo