Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen
Útlendis ítróttur

Tá ið týski Torsten og 88 onnur sníktu seg inn á eitt stongt og myrkt stadion, byrjaði eina jólatradisjón sum eingin visti tá fór at gerast so vælumtókt.

Nú syngja tey sum vit gera á Ólavsøku, men hjá teimum eru tað jólasangir.

Týskarin Torsten Eisenbeiser er ein sannur Union Berlin-stuðul, og hann sigur við The Guardian, at tað gekst so illa hjá Union-Berlin, sum leikar í aðru deild, at tá ið dystirnir vóru lidnir, so fór fólk bara til hús uttan at ynskja hvør øðrum eini gleðilig jól, og hetta vildi hann gera nakað við.

Og longu í 2005, tók leiðslan í fótbóltsfelagnum undir við hesum frálíka tiltaki, sum hvørt ár hevur savnað fleiri og fleiri fólk, eisini aðrastaðni frá í heiminum.

Tað byrjaði við 88, men í gjárkvøldið, tá ið tey sungu jólasangir, vóru tey um 30.000.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo