Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Grindin, sum legði beinini í Skálafirði ídag, er mett til 328 skinn, táið drápspartarnir eru drignir frá.
    
Avgerð er tikin um at býta 18 skinn til Roðan (Vesturskin, Sjóvarlon og Røktar- og Ellisheimið í Runavík) og til Heimið við Blikagøtu.

Tað sum tá er eftir, 310 skinn, verður býtt millum hesar bygdir:

Elduvík
Funning
Funningsfjørð
Skipanes
Søldarfjørð
Lamba/Lambareiði
Rituvík
Æðuvík

Táið seðlarnir eru komnir út, verða hvalirnir koyrdir til omanfyrinevndu bygdir, og heitt verður á bygdarfólkið, í hvørjum einstakum føri, um at skera grindina upp og býta hana í heimapartar.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Runavíkar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo