Náttúran talar - náttúran er tigandi. Bæði eru sonn
- V. Poulsen
Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Samgongan býtti á skinninum. 8,5% av okkara fiskiríkidømi skal brúkast sum “vinar og kenningakvotur” í ávísum økjum í landinum.

Menningarkvotur? Tey, sum høvdu kvoturnar eru eftir øllum at døma ikki før fyri at standa fyri hesi serligu menningini hjá samgonguni. Eg meini tað! Tey 8,5% skuldu takast frá teimum og brúkast sum “vinar- og kenningakvotur” undir páskotinum menningarkvotur.

Tey, sum róptu harðast um “vinar- og kenningarpolitikk”, “politiska útlutan”, og mangt annað, sita nú sjálvi og býta politiskt fiskiríkidømi fyri 100-tals milliónir, til “vinir og kenningar”.

Landsstýrismaðurin hevur “politiskt” sett eina nevnd av samsýntum at hjálpa sær við “politisku útlutanini”.

Nevndin skal syrgja fyri, at allir “vinirnir” fáa fiskiríkidømi, so samgongutingfólkini í útvaldu økjunum framhaldandi verða stuðlar hjá samgonguni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo