Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Brot úr DR prædiku.

Prædikan, úr Danmarks Radio í gjár, gav mær so nógv at hugsa um, at eg fekk hug til at týða hana. Eg sendi prestinum, Niels Grønkjær, eina umbøn, og hann sendi mær fegin tekstin.

Hetta skal eisini skiljast sum íblástur til tann politiska veruleika, vit skifta orð um, og stuðla undir tí virðispolitikki, sum eg so fegin vil leggja fyri dagin.

---

Amos Oz fortelur um ommu sína, sum í 1933 kom til Jerusalem úr Vilnius.

At hon hugdi óttafull eftir teimum dampandi heitu fløtunum, teimum litføgru sølubúðunum, eftir fólkamyldrinum, gneggjandi asnum, jarmandi geitum, slaktaðum flogfenaði, ið hekk í blóðdryppandi røðum.

Eftir frukt- og grønmetissølumonnum við sveittaskyggjandi ørmum, og hon feldi í stundini dómin.

“Levanten – (europeisk orðing um londini har um leiðir) er á tremur í mikrobum”. (smáverum)

Hetta ávirkaði tað, ið eftir var av lívi hennara.

Maðurin skuldi hvønn morgun banka øll teppini í íbúðini. Hon sproytaði við sóttreinsandi evni í hvørjum króki.  Alt grønmeti varð kókað, breyðið turkað við sóttreinsandi klútum, og sjálv fór hon í bað eini tríggjar ferðir um dagin, í nærum kókandi vatni. Hon doyði í baðnum av hjartaslagi.

Amos Oz greiðir víðari frá, at veruleikin var, at hon doyði av hjartaslagi og tað er rætt, at hon doyði av hjartaslagi. Men sannleikin er, at hon doyði í stríðnum móti smáverunum, sum hennara ótti noyddi hana til.

Ofta hóttir ‘tað rætta’ sannleikan. Um ein bara hyggur eftir tí isoleraða veruleikanum, at omman doyði av hjartaslagi, meðan hon var í bað – fánar tann samanhangur, ella tað høpi burtur – har sannleikin krógvar seg:  at hon var trælur hjá óttanum.

Víðari sigur DR-presturin:

Paulus sigur við meinigheitina í Rom. “Tit hava ikki fingið ein anda, sum skal geva tykkum trælakor, so tit aftur skulu liva í ótta, men tit hava fingið tann anda, sum gevur barnakor og í honum rópa vit: Abba, faðir, og í tí sambandinum hvørvur óttin.

Í tí sambandinum verða vit fræls. Tí tað øvugta av ótta eri ikki trygd. Tað øvugta av ótta er frælsi.

Eisini frælsi hjá tí einstaka verður til í felagsskapi.

Frælsi og sannleiki líkjast hvørjum øðrum. Hvørki er isoleraður veruleiki ella upphevjandi hugsjón.

Tað verður altíð ítøkiliggjørt í einum ávísum samanhangi.

Jesus ávarar móti følskum profetum. Jesus sigur ikki hvørjir teir eru. Men at teir vilja hava okkum at trúgva, at ein kann henta drúur úr tyrnum og fikur úr ‘tidslum’.

Hetta er jú isolerað uppáhald, sum ikki verður greitt frá í einum samanhangi, og soleiðis dømi um, at falskir profetar skilja tingini frá hvørjum øðrum og fáa ein isoleraðan veruleika at sýnast sum ein sannleika.

Men sannleikin er einfaldur. Eitt gott træ ber góða frukt.

Men teir følsku profetarnir reingja sannleikan, eru úlvar i seyðaskinni. Teir gera tað einfalda knortlut.

Hví fortelur Jesus okkum um falskar profetar, tá hann ikki meira ítøkiliga sigur okkum hvørjir teir eru, og hví skulu vit hava hesa ávaring?

Tað má vera tí vit lurta eftir følskum profetum. Tað má verða okkurt við okkara lívshátti, sum er knortlut.

Okkurt í okkara hugsunarhátti, sum fløkir tað einfalda.

Hetta er ikki ein roynd at marka falskar profetar. Spurningurin er heldur, hví vit lurta eftir teimum. Hví lata vit tann objektiverendi, atskiljandi, isolerandi hugsunarháttin stýra okkara lívi og okkara meiningum.

Eg haldi, at tað er óttin, sigur presturin. Tann stórlætna verð, sum alla tíðina bankar uppá. Tað hav av møguleikum, sum nevniliga okkara ungu verða stillað yvirfyri. Eitt abstrakt frælsi, sum vekir ótta um at blíva burtur í einum endaleysum streymi.

At líkna við ommuna í stríði móti smáverunum. Og vit eru alla tíðina á varðhaldi, soleiðis at lívið ikki bert skal verða ein tilvildarligheit.

Vit leita eftir tryggleika, men í ótta træla vit undir isoleraðum veruleikum. Vit skeita til høgru og vinstru eftir tí rætta. Gera okkum áhugaverd. Gera okkum sjónlig. Føra okkum fram í verðini. Sum um vit skulu prógva okkara tilverugrundarlag

Tá vit kenna okkum noydd til at vísa okkara samleika, blívur tað einfalda knortlut. Tá óttin søkir skjól í ‘tí rætta’,  fánar sannleikin.  Samanhangurin syndrast og frælsið verður burtur.
--
Paulus sigur, at óttin hvørvur í tí frælsi, har vit kunnu kalla Guð fyri faðir. Og Jesus sigur, at meiningin við lívinum verður fullkomin hjá tí, ið ger faðirsins vilja.

Tá vit gera tað, ber lívið frukt. Og tá lívið ber frukt, gera vit Guðs vilja.

Her eru vit ikki ‘midlar’ fyri einum máli. Evangeliið hevur ikki aðrar ætlanir við okkum.

Meiningin við frukttrøum er, at tey skulu bera frukt. Og lívsins frukt skapar lív hjá tí, ið etur fruktina.

Meiningin við lívinum er, at vit skulu ‘bringe’ mening. Tað er faðirsins vilji. Tað er heilt einfalt.

Skuldu vit ivast í meiningini  við okkum, og um vit eiga at vera til, tí óttin og ‘alt tað rætta’ hevur fingið takið á okkum, so ivast Guð ikki.

Tað er tann einfaldi, frælsisgevandi sannleiki um okkara lív, sigur Niels Grønkjær prestur, at enda.

Bergun Kass
Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo