Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Unga Tjóðveldið: Hesi eru fremstu hjartamálini hjá Hervør Pálsdóttir, sum við eini radikalari og progressivari dagsskrá bjóðar seg fram sum valevni fyri Tjóðveldi.

- Fyri at gera Føroyar betri skulu radikalar broytingar fremjast og avgerðir takast. Vit noyðast at taka fulla ábyrgd av landinum og skipa Føroyar sum eitt frælst ríki, taka veðurlagsbroytingar í størsta álvara og ganga á odda fyri einum grønum orkuskifti, tryggja føroyskum kvinnum rættin til fría fosturtøku og býta virðini javnt ímillum okkum øll, staðfestir Hervør.

Hon vísir á, at tað er ein stórur trupulleiki, at ung ikki eru umboðað í Løgtinginum. Hetta er ein orsøk til konservativa lyndið hjá stórum parti av løgtinginum. Allur politikkur er ungdómspolitikkur, og tí er týdningarmikið, at hetta verður endurspeglað í umboðanini.

Hervør er 23 ára gomul, aktivistur, forkvinna fyri Unga Tjóðveldið, virkin í Fríum Vali og hevur seinastu tíðina verið við til at skipa fyri veðurlagsverkføllunum, sum eru hvønn fríggjadag. Harumframt lesur Hervør politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum á triðja ári. Hon stillar upp við tí greiða málinum at koma inn og verða eitt mótsvar til konservativa lyndið í løgtinginum.

- Løgtingið hevur ábyrgd av at fáa øll at trívast í Føroyum. Tí verður tað ein týdningarmikil uppgáva komandi tíðina at tryggja øllum góðan bústað. Serliga er tað átrokandi hjá tí almenna at byggja fjølbroyttari til frama fyri láglønt, lesandi og lærlingar alt fyri eitt, sigur Hervør.

- Eitt annað átrokandi mál er at raðfesta Fróðskaparsetrið og fara undir at savna tað í ein bygning, soleiðis at umstøðurnar hjá lesandi og granskarum verða munandi betri. Hetta hevði skapt eitt fantastiskt lestrarumhvørvi í Føroyum, vísir Hervør á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo