Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Tiltøk

Eftir gudstænastuna í Argja kirkju í morgin, fara  arkitektarnir frá Brim Arkitektum, Magnus Magnussen og Páll Holm Lave at kunna um nýggju kirkjuna á Argjum.

Tekningar verða sýndar fram, og kunnað verður um eitt stuðulsátak í Suðurstreymi til frama fyri kirkjubyggingina.

Derhard Jógvansson prædikar, og drekkamuður er á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo