Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Til borgarafundin í gjárkvøldið vóru møtt eini 70 fólk úr Kollafirði, av Oyrareingjum og Signabø, umframt kommunalar politikarar og fólk frá umsitingini í Tórshavnar kommunu.

Annika Olsen, borgarstjóri, byrjaði við at bjóða vælkomin. Hon segði m.a nøkur orð um hvørji átøk vóru gjørd í Kollafirði seinastu árini, eitt nú nútímansgerð av bátahylinum, vetrarfriðingin, nýtt alment wc o.a.

Síðan var framløga. Økissamskiparin kunnaði um vetrarfriðingina, heilsu- og umsorganartænastan hevði framløgu um eldradepil, tekniski stjórin greiddi frá um arbeiðið at finna øki til skógarfriðing, og greitt varð eisini frá ætlanini um tilbygging av ítróttarhøllini.

Greitt varð frá Bussleiðini og nýggju ferðaætlanina, og Umhvørvisstovan hevði framløgu um larm á Signabø.

Síðan var orðið frítt og nógvir góðir og áhugaverdir spurningar vórðu svaraðir. Frálíki fundurin var liðugur kl 21.15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo