Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Vinna

Hagstovan: Gistingarnar á gistingarhúsunum, ból og bita, íbúð/hús og kamping, vóru í 2017 tilsamans útivið 175.000.

Tað eru 15.000 fleiri enn árið fyri, svarandi til ein vøkstur á 9%.

Innskrivingarnar tilsamans vóru í 2017 eini 14% fleiri enn í 2016.

Hyggja vit nærri at gistingarhúsunum, so vóru innskrivingarnar á gistingarhúsunum 62.000 í tali, einar 7.400 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 14%.

Kømurini á gistingarhúsunum blivu leigaði út 91.800 nætur í fjør, ein øking upp á 8.600 í mun til 2016, ella ein 10% vøkstur.

Persónsgistinæturnar á gistingarhúsunum vóru útivið 143.00 í 2017, einar 15.300 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 12%.

Frásæð eina afturgongd í innskrivingunum í 2014, so hevur vøkstur sum heild verið í tølunum fyri gistingarhúsini øll árini síðan 2013.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo