Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Móttøkurøða fyri Høgaberg

Góðan dagin og gott nýggjár øll somul

Tað er mær ein stór frøði, enn einaferð, at kunna vera við til eina slíka løtu sum hesa, at taka ímóti einum sera framkomnum og snotiligum fiskifari, sum á fyrsta sinni kemur til heimahavn sína.

Skipara og manning verður ynskt hjartaliga tillukku við skipinum og vælkomin heim á Fuglafjørð við Høgabergi.

Eg vil eisini ynskja reiðaríðnum Framherja, við Anfinni Olsen reiðara, hjartaliga tillukku við hesum, so gott sum nýggja og sera prýðiliga farinum.

At talan er um eitt valakeyp er lítið at ivast í.

Norska blaðið Fiskaren verður endurgivið á VP tann 2. januar, fyri at siga frá einum av trimum eigarum í Torbas AS at: “Nord-Atlanterens beste fiskebåt er solgt til Færøerne”.

So, alt annað líka, skuldi tað boða frá góðum og er tað ynski mítt, at skipið kemur at roynast væl í allar mátar.

Tá tann fyrsti Høgaberg kom á Fuglafjørð tann 1. februar 2003, nevndi eg í móttøkutalini, at tað var ikki hvønndagshending, at skip løgdust afturat og komu til bygdina.

Tá Fagraberg kom trý ár seinni, tann 16. juni 2006, fegnaðust vit um, at tað ikki bleiv so leingi ímillum hesaferðina.

Vit kunnu staðfesta, at síðani 2006 eru nøkur skip komin, bæði fiskiskip og farmaskip og okkurt er selt av aftur bygdini.

Soleiðis hevur reiðaríið Framherji eisini haft fleiri Høgabergar í longri og styttri tíðarskeið hvør, og sum síðani eru seldir av aftur landinum.

Men, eg havi skilt, at hesuferð hevur reiðaríið funnið rætta skipið til teirra tørv.

Við Akraberg, sum kom á Fuglafjørð 2. juli 2013, hevur reiðaríið Framherji nú trý sera munagóð og virkisfør skip, sum eru heimahoyrandi í okkara bygd.

Vit eru Anfinni og Elisabeth takksom fyri, at tey valdu Fuglafjørð sum miðstøð fyri hesum stóra parti av virksemi teirra.

Vit vita øll av royndum, hvussu týdningarmiklan leiklut slíkt virksemi hevur í lokalsamfelagnum, og sum eisini gevur ringvirkningar víða um landið alt.

Nú fiskivinnan, fyri ein stóran part, gongur væl, er tað so menniskjaligt at gloyma, at fiskivinnan er og hevur altíð verið ein váðin og ótrygg vinna at gera íløgur í.

Hesin váðin og ótryggleikin tykist ikki, sum útlitini eru júst nú, at fara at vera minni, ikki grundað á broytingar í teimum náttúrugivnu fyritreytunum, men meira grundað á, hvørjar politiskar avtalur verða gjørdar.

Tað er tí alla æru vert, at reiðaríið við Anfinni og Elisabeth, enn einaferð vísa dirvi og áræði til at taka stór tøk og soleiðis eru við til at byggja land.

At enda vil eg ynskja alt tað besta fyri reiðarí, skip og manning.

Bøn mín er, at Gud sum øllum valdar, má varðveita og signa tykkum og signa tað verk, ið her skal verða útint, Honum til æru og landið og fólkið at gagni.

Jesus fylgið tykkum.

Sigurð S. Simonsen
býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo