Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Bøkur

Útlendingastovan: Í morgin, hósdagin 27.juni kl. 13.00, í Reinsarínum, verður framløga av bóklingi, ið snýr seg um týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmæltum børnum við øðrum móðurmáli enn føroyskum. Talan er um vitanardeiling og góð ráð, ið serliga snúgva seg málmenning.

Hesin bóklingur er úrslit av verkætlan, ið Útlendingastovan og integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu hava tikið stig til. Í verkætlanini hava sjey kommunur tikið lut. Stuðul til málmenning hjá børnum í 2018 frá Mentamálaráðnum er eisini latin hesi verkætlan.

Á skránni hósdagin er framløga av bóklinginum, nøkur orð frá landsstýriskvinnuni í mentamálum og høvi verður eisini at seta spurningar og annars skifta orð um evnið. Kaffi og okkurt søtt ábit verður eisini at fáa.

Øll, ið arbeiða innan økið, og annars hava áhuga fyri evninum, eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo