Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Hevði ikki væntað, at fráboðan mín um, at eldraøkið verður stórmál í næstu býráðssetu, skuldi falla borgarstjóranum fyri bróstið, tí semja hevur verið um, at hetta er og verður stórmál.

Væl kent er, at talið á eldri fólkum í Føroyum økist, og so er eisini í Tórshavnar kommunu.

Nýggjastu framrokningarnar hjá umsitingini vísa, at í aldursbólkinum 60 til 79 ár eru í dag 3.460 borgarar í Tórshavnar kommunu. Í hesum sama aldursbólkinum verður talið á borgarum 4.730 í 2030.

Í aldursbólkinum 80 ár og eldri er talið á borgarum í dag 760. Hetta talið verður sambært framrokningunum 1.356 í 2030.

Til ber ikki at bíða til 2030 at taka støðu til, hvussu hendan avbjóðingin skal loysast. Átøk mugu fremjast nú, tí tølini økjast so líðandi ár um ár.

Nevndi í fyrra brævinum, at hóast Boðanesheimið er nýtt, er longu tørvur á 50 røktarheimsplássum aftrat. Hetta var ein lýsing av avbjóðingini, kommunan longu hevur, men eg segði onki um at byggja eitt røktarheim aftrat.

Tórshavnar kommuna skal í næstu setu gera av, hvussu tørvurin skal nøktast á eldraøkinum langt fram í tíðina. Minni kann gera tað enn røktarheimspláss í fleiri førum, t.d. eldrabústaðir, meiri manning til heimatænastu o.s.fr.

Greitt er ið hvussu er, at pláss verður ikki til at fara lætt um kommunukassan, eins og gjørt er undanfarnu setu við at brúka t.d. 100 milliónir upp á eitt tømt sjóvinnuhús og 90 milliónir upp á tveir bankabygningar.

Neyðugt verður at seta fólkið fyrst.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi


Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo