Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Politikkur

Nevndin og tiltakslimir hjá Framsøkin Ung: Frá vinstru: Rúna Kass Joensen, Kristian Clementsen, William Bærentsen, Teitur Vestergaard Jakobsen, Jógvan Fríði Tróndarson, Aleksandur L. Olsen, Kristianna Tórheðinsdóttir

Leygardagin 28/09 var árligi aðalfundurin hjá Framsøkin Ung, har nýggj nevnd varð vald.

Á fyrsta nevndarfundi hevur nevndin skipað seg, og sær hon soleiðis út:

Teitur Vestergaard Jakobsen, formaður
William Bærentsen, næstformaður
Jógvan Fríði Tróndarson, kassameistari
Rúna Kass Joensen, skrivari
Kristian Clementsen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:
Aleksandur L. Olsen
Kristianna Tórheðinsdóttir

- Nýggja nevndin vil fegin takka fyri sýnda álit, og fer beint til verka.

- Komandi tíðin er alt avgerandi fyri Føroya framtíð og ikki minst fyri ungdómin í Føroyum. Vit eru við eitt vegamót, har konservativu kreftirnar vilja gera Føroyar til eitt afturlatið og  snævurskygd samfelag.

- Vit í Framsøkin Ung vilja, at tú skalt kunna liva títt lív eftir tínum egnum hugsjónum, har øll hava somu atgongd til tilfeingi at troyta.

- Í Framsøkin Ung vilja vit gera alt, fyri at varðveita eitt rúmligt samfelag, sigur nevndin í Framsøkin Ung.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo