Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Í dagligari talu brúka vit orðið fólksins ogn, hóast álitið um Fiskivinnunýskipan sigur, at hugtakið Fólksins ogn ikki hoyrir heima í lógini. Somuleiðis brúka vit hugtakið uppboðssøla og grundgeva við at tað er liberalt, tó at fortreytin fyri at eiga nakað at selja á uppboðssølu er, at vit fyrst ognartaka tað frá teimum, sum hava havt tað undir hond í nógv ár.

Stutt kann sigast um hetta, at tað er ultra sosialisma ella kommunisma. Tey, sum brúka hesi hugtøk mest, eru vanliga rokna at liggja uttarlaga á vinstra vonginum.

Uppí hetta kórið eru seinastu árini komin fólk sum halda, at tess størri landskassans inntøkur eru, tess meira verður í teirra part. Politikarar duga sjálvandi eisini at rokna út, at tess fleiri pengar eru í landskassanum, tess fleiri atkvøður kunnu teir ”keypa”. Og tá er vanligt at inflatión kemur í inntøkumetingarnar og nú keldan ár eftir ár gevur minni og minni, gerst orðaskifti meira og meira ósakligt. Soleiðis gekk tað eisini í Chile,  Venezuela og enntá Týsklandi, í eina tíð.

Poul Michelsen og Framsókn hava eisini melda seg uppí hetta kórið. Haldi tey áttu at rætta stevnuskránna samsvarandi og strika orðið liberalt.

Hava ikki skil á hugtøkunum
Her í Føroyum hava vit hoyrt um uppboðssølu av fiskirættindum síðan búskaparráðið í 2000 skrivaði nakrar relgur um tað. Tá vóru tað mest  onnur og triðja generatión av OFML, sum onkurvegna høvdu ilt av, at tað nøkur fá ár gekk gott hjá heimaflotanum. Helst var hetta fyrsta royndin at rætta uppá at skeivur Løgmansstóri bleiv settur í 1996. Teir hava hingið í síðani og broytt boðskapin eftir tørvi, soleiðis at hann passar politist heldur enn búskaparliga. Vit hava nú fingið hugtøk sum Fólksins ogn og uppboðssølu, sum øll halda seg skilja. Tað hevur gingið so væl politist, at nú kann búskaparráðið ikki mannast uttan teir.

Hóast tosað hevur verið um uppboðssølu síðan ár 2000, so brillieraði annar av hesum í 2017 við at prógva, at hann ikki skilur munin millum Common Value og Private Value uppboðssølu. Til tey, sum ikki eru búskaparfrøðingar kann sigast, at tað er heilt grundleggjandi fyri at avgera hvussu ein uppboðssøla skal skipast. Grein um hetta kann lesast: trýst her

Hin brillieraði 19/3 við hesum: Tað er ikki føroyska skattaborgarunum at gagni, at hvørt kg fiskað verður umsett fyri sum mest av pengum, um fortreytin fyri tí er, at skattaborgarin skal geva nøkrum útvaldum reiðarum øll veiðirættindini í gávu heldur enn at fáa marknaðarprís fyri tey.

Tað kann neyvan skiljast øðrvísi enn at bara ongin fær nógv so er tað í lagi at øll fáa minni. Gangi út frá, at Poul Michelsen skilur, at hetta er kommunisma og ikki liberal kapping.

Somuleiðis fáa vit ongantíð nakað boð uppá, hvussu hetta skal skipast. Nú eru 19 ár síðan teir byrjaðu at tosa um hetta. Enn hava vit ikki fingið eitt einasta kvalifisera boð uppá, hvussu ein uppboðssøla skal skipast.

Tá teir kjakast koma teir ikki við einari einastu sakligu grundgeving. Tað frægasta eg havi hoyrt tá onkur pressar teir er at teir nevna R. Coase í 1959 og T Trondesen í 2003, uttan at sitera nakað hesir hava sagt. Havandi í huga persónarnar vit her umrøða, má tað sigast at verða meira mangulfult enn gott er.

Onkuntíð vísa teir til búskaparfrágreiðingina á vári 2000. Tann frágreiðingin er 45 síður. Harav eru 16 um: Ein fiskidagamarknaður fyri Føroyar. Tað er ikki ein einasta akademisk tilvísing í allari frágreiðingini. Ella við øðrum orðum er frágreiðingin 100% heimabryggj. Fantastist at somu menn tora at vísa til hesa frágreiðing.

Einasta argument, sum gevur meining er, um teir søgdu at teir ynskja eitt landsreiðarí og at staturin í besta kommunista stíli skal eiga øll framleiðslutól.

Hesir eru teir einastu, sum sleppa, sum óheftir serfrøðingar, at greiða frá í KVF. Hví skulu Palliba og Marsanna ikki hava atgongd til vitan?

Hevði ikki rokna við at Poul Michelsen tekur undir við hesum, men higartil er hann dyggari stuðul hjá Høgna Hoydal enn Aksel V. Johannesen. Hetta er hvørki liberalt ella sakliga grundað.

Løgmansumsitingin
Løgmansskrivstovan er eisini mannað við fólki, við búskaparligum univeristetsprógvi. Tað vit síggja verður tað mest brúkt til viðmerkingar, samstundis sum búskaparlig argument eru líka loynilig, sum samráðingarnar við danir fyri 20 árum síðan. Hví neyðugt er við búskaparfrøðingi at geva moralskan stuðul uttan búskaparlig argument, havi eg ikki fingið upplýst.

Aksel tørvar sjálvandi moralskan stuðul, nú hann ognartekur loyvir og niðurleggur arbeiðspláss í heimbygdini, soleiðis at hann kann fylla í landskassan og gleða javnaðarveljarar á ovastu rók í Havn. Men rættari hevði verið at havt, um ikki annað so nøkur saklig búskaparlig argument.

Í 2014 sigur Aksel V. Johannesen á síðu 70 í hesari frágreiðing [ii]: Lønningene er alt for høye i de pelagiske fiskerier i forhold under normale omstendigheter. Og sjálvandi er heldur ongin dokumentatión fyri hesum pástandi í frágreiðingini hjá Trondsen fyri pástandinum.

Er nakað argument komið frá ráðgevanum um, hvussu uppboðssøla verður skipað? Eg havi ikki sæð nakað sakligt búskaparligt argument.

Kanska Poul Michelsen noyðist at liva við slíkum. Føroyar valdu borgarligt, men Framsókn gav okkum sosialistist stýri. Kanska Poul Michelsen er glaður um at pengar eru í kassanum til at keypa atkvøður frá Jógvan Skorheim, Magna  Laksafoss, Sonju Jógvansdóttir og Kristin Michelsen fyri at kunna telja upp í 17. Harumframt skal restin av samgonuni eisini leskast. Slíkt krevur pengar. Nógvar pengar. Hetta er kanska ein prísur sum Poul noyðist at gjalda fyri at sleppa undan Fólkaflokkinum. Men liberalt er tað ikki.

Búskaparráðið
Í búskaparráðnum brilliera tey eisini, á heysti 2014, við at halda, at onkur tjenar ov nógv. Men tað verður gjørt við skeivum tølum. Harumframt bleiv tað, sum longu er goldið nevnt, men væl krógva í tekstinum, so ein fær tað uppfatan at helst ongin skal síggja tað. Og fjølmiðlar í floksins, heldur enn fólksins tænastu, lógu ikki á boðunum.

Tølini brúkt vóru eru skeiv. Og tað átti Búskaparráðið at vita. Tað keðiliga er at hesar upplýsingar verða brúktar at fyrigykla fólki skattalættar við pengum, sum ikki eru til.

Nýggi formaðurin í búskaparráðnum brillieraði eisini fyri kortum við einum setningi. Hann nevndi, at í byrjanini kanska onkur reiðarí fóru konkurs, men í longdini javnaði tað seg. Slíkt gevur orsøk at halda, at hann ikki hevur sett teori og emperi saman. Tað er eisini orsøk at halda at hann ikki hevur sett seg nøktandi inn í Winner´s Curse.

Tølini, sum búskaparráðið brúkti vóru skeiv. Pengarnir eru ikki til. Men Poul og Framsókn góðtaka at pengar, sum ikki eru til, verða brúktir at økja raksturin og keypa 17anda tingmannin.

Fiskimálaráðið
Í fiskimálaráðnum eru eisini búskaparfrøðingar. Men teir skilja einki av tí heila. Botnurin bleiv náddur, tá grannskoðarfelagið, sum hevur gjørt tøl, sum fiskimálaráðið (og fyrr Búskaparráðið) hevur brúkt uttan loyvi, ynskir fund við vinnunevndina, fyri at vísa á, at tølini eru ikki gjørd til tað tey verða brúkt til. Tølini eru heldur ikki egna til tað, tey verða brúkt til.

Tað vil so aftur siga, at Ruth Vang í figgjarnevndini hevur arbeitt við skeivum tølum og játta pengar, sum ikki eru til. Vinnunevndini hevur ongantíð fingið røtt tøl. Ikki so galið. Er tað rímuligt at felagið sum hevur gjørt tølini, sum ikki kunnu brúkast til endamálið, skal biðja um fund við vinnunevndina fyri at greiða frá, at teirra tøl, sum ikki kunnu brúkast til endamálið, uttan loyvi eru brúkt av Búskaparráðnum og Fiskimálaráðnum?

Og so sigur Poul Michelsen at 15% er ov lítið og tað átti at verið 100%. Hvat hevur Poul Michelsen nýtt sum grundgeving fyri sínari niðurstøðu?

Poul átti at kanna, hvat tilfar er komið úr Fiskimálaráðnum til Løgtingi og Vinnunevndina. So hevði Poul sæð, at har er lítið og onki. Og tað er als ongin dokumentatión fyri nøkrum sum helst.

Niðurstøða
Felags fyri hesar búskaparfrøðingar er, at teir hava ikki annan áhuga í fiskivinnu enn at leggja avgjald á. Vitanin um fiskivinnuna er hareftir.

Teir brúka onkra tilvildarliga teori og gloyma at øll teori tekur støði í ávísum fortreytum. Uttan áhuga verður ógjørligt at ogna sær tað vitan, sum skal til fyri at brúka rætta teori og gera eina kvalifiseraða niðurstøðu.

Teir brúka skeiv tøl og hóast teir áttu at vita tað, tykjast teir lukkuliga óvitandi um støðuna.

Hvussu finnur tú best hóskandi ástøði til ein trupulleika, sum tú hvørki hevur vitan um ella áhuga fyri??

Ongin av hesum tykist hava vitan um hvat Winners Curse er. Teir hava ivaleyst hoyrt um tað, men soleiðis sum Winner´s Curse verður umtala av fiskaríministara og øðrum, er orsøk at halda, at Winners Curse, sum er frá 1971, er eitt nýtt hugtak í Føroyum.

Tað ber helst til at siga, at fakliga støðið, hjá hesum persónum í praxis og vitanin um viðkomandi teori, eru á einum støði, har tað neyvan gevur meining, somikið sum at tosa um uppboðssølu.

Tað tykist ikki verða eitt endamál at vinnan skal skapa stórst møgulig virðir sum so kunnu deilast millum øll.

Tað er eisini greitt, at tað sum verður gjørt, førkar okkum nærri og nærri móti landsreiðaríði og einum sosialistiskum einaræði. Hetta verður gjørt væl stuðla av Poul Michelsen. Hetta er hvørki borgarligt ella liberalt, men Framsókn er kanska bara ein Trojanskur hestur ella ein úlvur í seyðaskinni.

Eivind Jacobsen
Liberalt valevni á Lista A


[i] https://www.setur.fo/media/1110/varfragreiding2000.pdf

[ii] www.j.fo/Files/Billeder/javnadarflokkurin/myndasavn/pdf_ar/fiskivinnaneftir2018.pdf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo