Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Krutl

Helgi Toftegaard og René Askham hava saman við tveimum úr Danmark bygt fleiri LEGO modell av føroyskum bygningum, sum verða sýndir fram á torginum í SMS í hesum døgum.

Helgi og René hava í nógv ár verið limir í Byggepladen.dk, sum er danskur felagsskapur fyri LEGO-eldhugaði, men hetta er fyrstu ferð, at ein framsýning við so nógvum føroyskum modellum verður hildin.

Nakað av tí sum verður sýnt fram: Kirkjubømúrurin, Glasir, Sandavágs kirkja, Christinskirkjan í Klaksvík, ein lundi og eitt tjaldur.

Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum verður á Torginum í SMS fram til 4. mai 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo