Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Lesarin skrivar

Í sambandi við eina ráðstevnu fyri læknar, sum Framtakið skipar saman við Cannabis Danmark, og sum hevur m.a. Ritt Bjerrigaard og Søs Eglind í nevndini, skuldi ráðstevnan vera í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Men uttan ávaring verður loyvi, sum vit fingu 15. januar 2019 tikið aftur. Nú bara ein vika er, til at tiltakið skal byrja, og kemur hetta sera dátt við hjá Cannabis Danmark og Framtakinum.

Vit hava lagt sera stóra orku og pengar í at fáa hetta tiltakið upp at standa.

Tað er púra óskiljandi, hví tey taka loyvið aftur uttan haldgóðar grundgevingar og ikki vilja loyva Cannabis Danmark at kunna føroyskar læknar um medisinskt kannabis.

Vit hava klagað til Heilsu- og Innlendismálaráðið, og stutta skotbráið fær ein at hugsa, um hetta er avtalað spæl at steðga hesari ráðstevnu.

Hetta kemur at ávirka alt tiltakið fyri læknar 2. apríl, men 3. apríl er almennur pallborðsfundur saman við Cannabis Danmark í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo