Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Eitt yndisligt summar í londunum í útnorðri er farið at halla. Langu sóldagarnir og bjørtu summarnæturnar eru nakað, ið vit, sum búgva nærhendis norðpólinum, leingjast eftir.

Í undanfarnu mánaðum hava vit øll havt høvi at hátíðarhalda nakrar varðar í søguni hjá okkara tjóðum. Í vár hátíðarhildu føroyingar, at „Merkið“ varð 100 ár. Íslendska lýðveldið varð 75 ár tann 17. juni, og tann 21. juni fagnaðu grønlendingar, at 10 ár eru liðin, síðan teir fingu sjálvstýri.

Saman fegnast vit um hesar varðar í søgu okkara, sum eisini geva okkum høvi til at fagna áralanga samstarvið millum tær tríggjar tjóðirnar. Eitt samstarv, sum hevur verið til frama fyri okkum øll. Eftir okkara tykki eru tó enn nógvir ótroyttir møguleikar í útnorðursamstarvinum. Stórveldi heimsins hava aftur fingið eyguni upp fyri okkara øki, og tískil hevur tað ongantíð havt størri týdning at økja um samstarvið millum tey trý londini. 

Útnorðurráðið er ein av hornasteinunum í samstarvinum millum londini í útnorðri, har tingmenn hittast regluliga og umrøða áhugamál landanna. Komandi ár hátíðarhalda vit, at 35 ár eru liðin, síðan Útnorðurráðið varð sett á stovn.

Vit umrøða altíð tey áhugamál, sum eru frammi. Komandi vetur hava vit eitt nú valt at hyggja nærri at okkara móðurmálum, sum er hornasteinurin í einum og hvørjum samfelag. Móðurmálini geva okkum innari styrk, men trýst er eisini á móðurmálini. Her kunnu vit læra ymiskt hvør av øðrum.

Útnorðursamstarvið hevur eina bjarta framtíð, og vit gleða okkum til bæði verkætlanirnar í vetur og lívligt kjak á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í Nuuk í oktober.

Vivian Motzfeldt, Guðjón S. Brjánsson og Henrik Old, limir í formansskapi Útnorðurráðsins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo