Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Vinna

Felagið Nótaskip: Ivasamt er, um tað verður nøkur lodnuveiða í íslendskum sjógvi í ár.

Havrannsóknarskipini hava verið úti nakrar ferðir og leita eftir londnu, men higartil eru ikki staðfestar nóg stórar nøgdir av gýtingarførari lodnu.

Fiskiskapur verður ikki loyvdur, fyrr enn í minsta lagi 200.000 av gýtingarførari lodnu eru staðfest.

Um lodnufiskiskapur tekur seg upp, so høvdu føroysk skip, sum støðan er í løtuni, ikki fingið lut í hesum fiskiskapi.

Føroyar og Ísland eru ikki komin ásamt um ein fiskiveiðisáttmála fyri 2019, og eftir hvat skilst, er langt millum partarnar.

Í fjør fingu føroysk skip loyvi til at fiska sløk 15.000 tons av lodnu og 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, meðan íslendsk skip kundu fiska 1.300 tons av markeli í føroyskum sjógvi, umframt atgongd til at fiska alla íslendsku svartkjaftakvotuna.

Seinastu árini hava íslendsk uppisjóvarskip fiskað í meðal umleið 200.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo