Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Heimurin er í sjokk eftir terrorálopini í París í gjárkvøldið.

Og tað gjørdist eisini dramatiskt uttanfyri Stade de France, har Frakland og Týskland leiktu vinadyst.

Eftir at dómarin hevði bríkslað dystin av, vóru eingi óráð tikin, og áskoðararnir máttu út á grasmottuna at standa.

Og týska manningin var alla náttina á fronsku nasjonalarenaini.

Syrgiliga hendingin fer fram undir eitt ár áðrenn EM í Fraklandi, og nú viðgongur franski fótbóltsforsetin Noel Le Graet at hann er stúrin, tá ið hugsað verður um trygdina undir meistaraskapinum, skrivar NRK.

– Vit síggja at terroristarnir kunnu leypa á nær tað skal vera. Vit stúrdu fyri EM áðrenn hesa hending, men nú stúra vit uppaftur meira. Men í dag fara okkara tankar til tær familjurnar sum hava mist, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo