Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

B36: Í samband við Føroya størsta fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup 2018, kemur vitjan úr Danmark, tá freestyle fótbóltsleikararnir Lars Munck Petersen og Simon Atli Larsen frá MS Freestyle vitja.

- Vit gleðast um, at vit aftur í ár fáa vitjan av Lars og Simun, ið koma at vísa og læra luttakarunum nøkur ørðvísi fótbóltstricks, siga fyriskipararnir. 

Lars og Simon byrja dagin við at framføra eitt rimmar fótbóltsshow í samband við setanina. Seinni um dagin fara teir at skipa fyri einari freestyle fótbólt workshop, har luttakararnir kunnu læra fótbóltstricks og spæla pannafótbólt ímóti teimum.

Freestyle fótbóltur er vorðin ein størri og størri ítróttargrein í Danmark og umheiminum, har tað verður skipa fyri nógvum kappingum og eisini bæði Danmarks- og heimsmeistaraskap. Eisini er eitt danskt freestyle fótbóltslandsliðið.

Teir hava báðir áður vunnið DM í freestyle fótbólti og eisini luttikið í HM og øðrum altjóða freestyle fótbóltskappingum.

Seinast teir vóru í Føroyum gjørdi teir ein frálíkan film, ið er eitt mix av vøkru føroysku nátturuni og freestyle fótbólti.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo