Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú supernationalisturin Magni Arge við danskari fíggjarhjálp hevur sett skjøtil á sína européisku upploysingar-process, har hann fyribils hevur herjað á tað catalonska landnyrðingshornið av tí spanska stats-krovinum, er vert at minna hann á allar hinar minnilutarnar í Europa, sum helst gjarna vilja hava føroyska loysingar-hjálp. Hví skullu teir gloymast?

Hví skullu allir aðrir minnilutar í Europa ikki fáa magnesiska loysingarhjálp?

Hann kundi hóskandi lagt fyri við at rætt teimum militantu baskisku yvirgangskroppunum úr loysingarrørsluni ETA sína frelsandi hond.

Og so kunnu vit úr tí fjøtraðu rúgvuni av ófrælsum minnilutum taka samarnar í Norra, Svøríki og Finnlandi, sum leingi hava kravt loysing og gramt seg um eirindaleysa skandinaviska kúging.

So kundi hann farið yvirum til tey baltisku londini, har stórir russiskir minnilutar (procentvís størri enn tann catalonski) leingi hava barst móti bæði málsligari og kulturellari kúging.

Haðani kann hann flúgva til Suðurslesvig, har bæði donsku og týsku megin eru málsligir minnilutar at hjúkla um, hvis teir skoyta um republikanskan stuðul.

So er tað ein týskur minniluti í Belgien (hann er ikki stórt meira enn Føroyar - eini 60.000 fólk), sum hevur allan "rætt" til Magnahjálp. Puigdemont kundi hjálpt til, hvis hann hevði torað fyri belgiarum, sum jú hýsa honum ENN. Men skuldu teir rísna, kundi tann catalonski odda-republikanarin helst fingið innivist í einum kjallaraverilsi hjá Magna í Havn.

So er tað tann týski minnilutin í Alsace í Frankaríki, sum ikki hevur torað at kravt loysing, líka síðani 1945, men tað kann Magni skjótt fáa teir østar til, so tað kemur gongd á upploysingina í tí eystara patinum av Frankaríki.

So eru tað bretonnarar í útnyrðings-Frankaríki, sum føla seg nógv forfjónaðar av stjórnini í Paris, bæði politiskt og kulturelt.

Hinumegin ta eingilsku kanalina er heilt galið! Har eru walisarar, sum føla seg nationalt niðurtraðkaðar av tí eingilsku stjórnini í London. Sama er við skotum og summum katólskum írum, sum halda seg vera bæði politiskt og religiøst kúgaðar.

Men Magni sleppur ikki so. Tað verður boð eftir honum úr Italien, har Liga Nord-rørslan vil kvetta og loysa alt Norður-Italien frá stjórnarvaldinum í Rom. Og so eru tað suður-tyrolarnir í teimum italiensku Alpunum, sum vilja sleppa undir Eysturríki, tí teir eru málsliga kúgaðir av italienarum.

Haðani fer Magni helst siglandi tvørtur um Adriatarhavið til krúttúnnuna á Balkan, har stórt sæð øll londini hava aggressivar minnilutar, sum ikki vilja akta hvørki kroatiskt, serbiskt, slovenskt, makedonskt ella albanskt stýri. Tað er ein hurlivasi, sum sjálvt ein Magni kann hava ilt við at (upp)loysa.

Schweiz hava vit ikki nevnt, men har behøvist Magni ikki, tí teir málsligu minnilutarnir har trívast væl undir EINUM stýri. Teir vilja ikki vita av nakrari loysing!

Men so er tað Rumenien, sum hevur ein stóran og krevjandi ungarskan minniluta at stríðast við. Fyri ikki at nevna Slovakíið, sum hevur bæði ungarskar og aðrar minnilutar, sum krevja kvetting. Harafturat hava slovakkar ein veldugan minniluta av zigoynarum, sum glaða seg til ein føroyskan fordómsfrían upploysingarmann. Teir hava annars ongan góðan havt higartil.

So eru tað schlesarar í Polen, sum flestallir eru av týskari rót, men sum ikki hava hættað sær at brúkt týskt mál í meira enn tveir mansaldrar. Teir vilja elska Magna, hvis hann tekur hornatøk við Warzawa-stjórnina. Hon er annars tung og sera strævin at dansa við.

Ukraine við stórum russiskum minniluta er ein kókandi heksaketil, har sjálvt Magni má ansa sær, tí tað er eitt politiskt minufelt at hætta sær í holt við.

Í sjálvum Ruslandi eru eisini nógvir minnilutar, men tað verður for stórt yvirarbeiði hjá Magna, um hann einsamallur upploysingarmaður skal fara og telva við Putin eisini, so fyribils´má hann frelsa og loysa tann centrala og vestara partin av Europa.

Hetta projektið hjá Magna verður ikki bíligt! Fyribils hevur tann danska stjórnin havt rættiliga fitt av útreiðslum fyri Magnatiltakið í Kjøpinhavn. Har vóru tilkallaðir nógvir politistar, bæði í Kastrup, við Universitetið og við Fólkatingið fyri at verja greipuna Puigmont & Arge. Fundir og vistarhald er heldur ikki ókeypis, so republikanarin Magni Arge og tann ábyrgdarleysi Eindarlistin hava mjólkað tann danska statin dúgliga hesa vikuna eftir klassiskari uppskrivt. Lat tann danska statin betala fyri okkara politiska vitloysi.

Men Magni skal valla fyribils rokna við stórvegis fíggjarligum stuðuli til upploysingar av restini av Europa.

Sjálvt um hann er tjóðveldismaður, noyðist hann nokk eftirhondini at venja seg við at skulla betala sínar egnu rokningar, um enn tað er sárt fyri eina superføroyska skuldareyv og republikanskan frelsara.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo