Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á tí sonevnda politiskt óhefta blaðnum, Sosialurin, hevur nú um dagarnar aftur og aftur skrivað um, hvussu skilagóð og týdningarmikil avgerðin hjá Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í býráðnum er at brúka eina hálva milliard krónur til eina havnarútbygging, har Glyvursnes verður sprongt og lagt í dýpið út fyri molan. Síðani spinnir hann eina søgu um meg og mín leiklut í hesum máli, har hann eisini fer eftir Tjóðveldi og landstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og sigur, at vit báðar ikki sita væl um sátt.

Í leiðaranum 10. august staðfestir óhefti blaðstjórin: “At leggja havnina aðrastaðni í kommununi, enn í Havn, er uttanumtos.”

Í enn einum leiðara tveir dagar seinni er niðurstøða óhefta blaðstjórans: “Tað er einki dulsmál, at tað er vorðið til eitt politiskt prosjekt hjá Tjóðveldinum í Tórshavnar kommunu at vera ímóti hesi stóru útbyggingarætlan hjá kommununi. Og tá júst Tjóðveldi ger hetta mál til floksmál, so var tað sera áhugavert at frætta, hvat partakvinnan hjá Tjóðveldinum í Havn, Sirið Stenberg, fór at gera. Men eftir øllum at døma tosa tjóðveldiskvinnurnar báðar ikki serliga væl saman – ella sita tær ikki væl um sátt. Tí so seint sum í síðstu viku legði Marin Katrina Frýdal partakvinnuna undir at hava hoknað fyri politiskum trýsti.”

Og víðari sigur óhefti blaðstjórin; “At fyri av órøttum at vinna sær politiskan sigur hevur Marin Katrina Frýdal lagt Sirið Stenberg undir ódugnaskap sum landstýriskvinna.” Og síðani leggur óhefti blaðstjórin afturat: “At kanska Marin Katrina Frýdal kemur við almennari umbering til partakvinnuna.”

Sosialurin flytur fokus
Í leiðaranum tann 15. august sigur óhefti blaðstjórin: “At tað var væntandi, at Tjóðveldi fór at brúka hetta málið sum eitt politisk rumbulsmál.”

Óhefti blaðstjórin leggur meg undir at hava sagt í KvF, at Sirið Stenberg hevur bakkað fyri politiskum trýsti. Hetta havi eg ikki sagt. Í samrøðuni við KvF undrist eg á, at hóast Býarskipanarnevndin, ið er faknevndin hjá landsstýriskvinnuni, mælir frá havnarútbyggingini, so verður ein politisk avgerð tikin, sum gongur beint í móti tilmælinum. Og eg kann nú leggja afturat, at tað tykist sum um, at umsitingin hevur tikið eina politiska avgerð. Blaðstjórin hevur tó rætt í tí, at tíðindamaðurin í sendingini leggur meg undir at hava sagt, at landstýriskvinnan er politiskt trýst til at taka støðu, men hetta eru ikki míni orð.

Síðani roynir Eirikur Lidenskov av øllum alvi at flyta fokus við at siga, at málið nú fullkomiliga skiftir karakter, og at tað nú snýr seg um valdsstríð í ráðnum. At tjóðveldikvinnan í býráðnum stendur einsamøll í stríðnum ímóti havnarútbyggingini.

Dylir ósemju í Javnaðarflokkinum
Óhefti blaðstjórin kundi passandi farið at granska eitt sindur í málinum um havnarútbyggingina. M.a. at eitt av javnaðarumboðunum í breiða meirilutanum á Vaglinum fleiri ferðir ikki hevur tikið undir við havnarútbyggingini við at atkvøða blankt og hevur nú boðað frá, at hon ikki stillar upp aftur til býráðsvalið. Hetta kundi verið ein spennandi søga at granska eitt sindur í, men sjálvandi fer fremsti javnaðarboðberi í landinum, Sosialurin, ikki undir at lýsa eina ósemju í júst Javnaðarflokkinum.

Skattgjaldarin heftir fyri lánini
Meirilutin á Vaglinum hevur samtykt at brúka eina hálva milliard krónur upp á eina havnarútbygging, har eingin útrokning ella útgreining av fíggjarligu avleiðingunum er gjørd. Vit vita als ikki, hvat útbyggingin fer at kosta í dýrkan av innfluttum vørum, sum møguliga fer at bera við sær hægri livikostnað og verri kapping við útlandið og tí eisini kann elva til arbeiðsloysi og fráflyting. Og tá óljóðið frá núverandi virksemi á havnarlagnum longu liggja oman fyri loyvda mark, verður hetta kortini gjørt, har nógv fólk búgva, og har landið ger stóra sjúkrahúsútbygging oman móti sjóvarmálanum. Hóast eingin árinskanning er gjørd, samtykkir meirilutin í Tórshavnar býráð at brúka eina hálva milliard krónur og heftir skattgjaldaran fyri stór lán. Serkunnleikin á bæði Býarskipanar-, Teknisku og Fíggjardeildini eru ikki partur av hesi ætlan og eru tilvitað hildin uttanfyri hesa politisku avgerð.

Hava ikki lært av mistøkum
Eg hevði ynskt, at vit fóru betri um okkara land. Eg haldi, at tað er harmiligt at standa og vera vitni til, hvussu illa vit í veruleikanum fara við okkara landi og ríkidømi. Eg hevði ynskt, at landið tók sær av øllum infrakervinum á sjónum, soleiðis at vit fingu eina landshavn fyri allar Føroyar, har náttúruumstøðurnar vóru tær bestu og vit ikki oyðslaðu og fóru so illa við lendinum. Tað verður ikki bara Tórshavnar havn, sum fer í gongd við útbygging, men fleiri kommunur, ið koma henni eftir. Tað er harmiligt, at vit í okkara landi ikki kunnu lyfta okkum longri upp og hugsa alt infrakervið í einum, soleiðis at vit fáa bestu og bíligastu loysnirnar fyri okkum øll.

Hví hava vit einki lært av øllum gapandi grótbrotunum, ið standa sum brendir jakslar runt um í landinum? Og hví hava vit ikki lært av øllum teimum gapandi tómu flakavirkjunum, ið standa sum skrímsl til ampa fyri fólk og trivnað kring landið alt.

Tað kundi verið so gott
Vit eiga í øllum okkara avgerðum at hugsa umhvørvi, burðardygd og fagurfrøði, sum er trivnaður fyri fólk okkara. Hetta havi eg saknað í viðgerðini av havnarútbyggingini. Eg havi roynt at gjørt míni sjónarmið galdandi, men havi ikki fingið undirtøku og tí atkvøtt ímóti. Javnaðarflokkurin fekk einsamallur meirilutan til býráðsvalið seinast, men tordi ikki at taka við avbjóðingini og situr nú saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum við ábyrgdini fyri risastóru havnarútbyggingini. Hesin sami peningur kundi gjørt so øgiliga gott aðrastaðni, ja, hann kundi t.d. loyst alla húsaneyðina í Havn.

Einki útistandandi við landstýriskvinnuna
At enda vil eg sláa fast, at Sirið Stenberg, sum eg meti sera høgt sum landspolitikara, og undirritaða, einki hava útistandandi hvør við aðra. Eg eri kommunalpolitikari og geri mítt politiska arbeiði innan býráðsgátt, meðan hon er landsstýriskvinna og sjálvandi røkir sína politisku uppgávu har. Tað er tó spell, at ávísir fjølmiðlar vanmeta eitt so stórt og álvarsligt mál og koma við villleiðandi tulkingum og bíligum niðurstøðum.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo