Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú kemur eitt politisk ungmanna felag og anna∂ eftir og talar fyri fríari fosturtøku og sum ikki einafer∂, so er argumenti∂:

Kvinnan skal sjálv gera av, um hon vil hava barni∂ ella ikki.

Fyri ikki langari tí∂ sí∂an kom sosialistisk ung út vi∂ hesum holdningi, sum setti gongd í kjaki um fosturtøku og sum vi∂merking til kjaki∂ sigur forkvinnan í felagnum, at grundin til, at kjaki∂ gjørdist so hart var, at tøgn valda∂i á økinum.

Ta∂ vil eg geva henni rætt í.

Í Danmark hevur frí fosturtøka veri∂ sí∂an 1973 og her valdar tøgn á økinum, so ta∂ brakar eftir um tey sár, sum fosturtøka hevur sett eftir seg hesi árini hjá tí einstøku kvinnuni og manni, umframt familju.

Dittar nakar sær at seta spurnartekin vi∂ fría fosturtøku, so ver∂a tey skírd fundamentalistar o. a., ta∂ síggja vit í tí umtalu, sum Provita fær í tí almenna rúminum, hóast tey gera eitt megnar arbei∂i og sum einasta organisatión er vi∂ til at lekja tey sár, sum fosturtøka hevur ført vi∂ sær, samstundis sum felagskapurin hjálpir teimum, sum hóast trupulleikar vilja gjøgnumføra barnsbur∂in.

Danmark vísir okkum, at lógin kann ikki avtakast aftur, um ta∂ var ein skeiv avger∂, vit tóku. Um tøgnin um fosturtøku hvørvur eftir, at lógin um fría fosturtøku er samtykt ivist eg í hendir.

Fleiri gera ta∂ til eina kvinnusak og kvinnan skal sjálv gera av, um hon skal fáa føsturtøku. Er ta∂ so? ella er ta∂ trýst frá umhvørvinum.

Ella er ta∂ fyri at taka árbyrgdina frá pápanum?

Ì kanningini sum Javna∂arflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, sæst, at nakað fleiri menn enn kvinnur vilja hava fría fosturtøku og færri menn enn kvinnur vilja banna fosturtøku heilt. So kann einhvør lesa ta∂, sum hann vil.

Àbyrgd og rættur hoyra saman, so samstundis sum ábyrgdin hjá pápanum ver∂ur tikin ver∂ur rætturin eisini tikin, og so ver∂ur heldur ikki hugsa um, at pápin eisini kann kenna sorg um ta∂ mista barni∂.

Alt hetta práti∂ um fría fosturtøku og eutanasi dráp siggi eg sum eitt súmtom til, at mannavir∂i er lækkandi, at ísta∂in fyri at ver∂a av ómetaligum vir∂i er ta∂ ávegis til at ver∂a eitt ting, sum vit skalta og valta vi∂, sum vit vilja.

Malan Christiansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo