Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vágatíðindi

Umsitingarætlanin í uppskotinum til fiskidagar sigur millum annað at friðing skal setast í verk vestanfyri Mykines, og verða nevnd Guttamið, Grynnan og Grunnurin, og alt økið suður úr Presttanga skal friðast.

- Hetta verður banahøggið fyri allan útróður í Vágum og í Sandoynni, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

- Hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast.

- Nakrir fáir rógva út og teirra inntøka er ikki stór.

- Um fiskivinnu nýskipanin hevur til endamáls at taka lívið av teimum, so er alt vit og skil burtur, sigur Jørgen Niclasen.

Tað er Havstovan sum mælir til hesar friðingarnar, og fiskiráðharrin sigur í viðmerkingunum, at hann eftir áheitan fer at taka hetta upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo