Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Notion.fo: Mótvegis arbeiðstíð, vakt, turnus o.s.fr. Vit duga væl at orða hugtøkini omanfyri og at skilja ímillum teirra. Vit arbeiða og umsita arbeiði, tá ið vit eru á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini! Men hvussu stýra vit ímillum hugtøkini, tá vit hava frí og ikki longur eru stødd á arbeiðsplássinum? Duga vit tá líka væl at halda frí og umsita tað gerandisliga og fáast við frítíðarvirksemi, tá ið vit eru uttan fyri múrarnar á fyritøkuni?

Mínar royndir vísa, at vit duga væl at fáast við frítíðarvirksemi, men vit eru eisini ófør at geva tí ans, um eitt teldubræv kemur frá arbeiðsplássinum, samstarvsfelaganum, viðskiftafólki o.s.fr. Og ofta skal teldubrævið ikki bara lesast ígjøgnum, men kanska skal støða eisini takast til innihaldið og teldubrævið svarast!

Seinastu tríati árini er markið millum arbeiðstíð og frítíð meir ella minni viskað út (í summum virkisgreinum/starvsøkjum, so sigi eg ikki ov nógv!). Nýggj hugtøk eru komin, so sum: flekstíð, frælsi við ábyrgd, heimaarbeiðspláss o.s.fr. Gongdin omanfyri er millum annað komin saman við tøkniligu menningini, altjóða samhandlum – ja, vit kunnu bara siga í einum heimi, sum ongantíð svevur! Og tí er tað hjá summum starvsfólkum og deildum ógjørligt at trýsta á pausuknøttin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo